Can Starlings imitate a Blackbird’s song upon seeing a silent Blackbird? / Kunnu starar herma eftir kvørkveggjusongi, tá teir síggja eina friðarliga kvørkveggju?
##plugins.themes.bootstrap3.article.main##
##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##
Abstract
Úrtak
Látið hjá stara (Sturnus vulgaris) kann vera rættuliga fjølbroytt. Eisini kann hann herma eftir øðrum fuglasløgum. Vit vita ikki, hvat tað er, sum “avgerð”, hvat lát hann skal syngja. Í Skúgvi legði eg merki til eina starabøgu, sum gavst at snáka sær fjaðrarnar, og í staðin fór at láta sum ein kvørkveggja, tá ein kvørkveggja friðarliga fleyg framvið. Hetta kundi týtt upp á, at tá starin velur sær ein sang, so knýtir hann tað, sum hann sær, afturat ljóðum, sum hann fyrr hevur hoyrt. Men hetta er neyvan einasta orsøkin, tí so átti hendan “hermingin” verið meira vanligt. Hendan hendingin kann eisini bara hava verið av tilvild. Tað, sum eg legði merki til í Skúgvi, kann vera grundarlag fyri at gera nakrar royndir, sum kunnu avdúka, um nakað vísindaligt hald er í tí, sum eg her vísi á.
Abstract
Common Starlings (Sturnus vulgaris) have a complex song and imitate other species. However, it is unknown how a Starling ‘decides’ on which strophes to sing. I observed a preening Starling male on Skúvoy, Faroe Islands, which interrupted preening and sang a Blackbird imitation when a silent Blackbird male flew over. This observation may suggest that Starlings are able to use visual information, linked to memorized sounds, to choose their song. However, in that case, one would expect that similar observations would occur more often, and coincidence cannot be excluded. My observation gives a basis for experiments to solve this issue.