Heimsins nalvi Føroyskur uttanríkispolitikkur í fjórðingsøld
##plugins.themes.bootstrap3.article.main##
##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##
Abstract
Hvussu hava Føroyar røkt síni áhugamál í altjóða viðurskiftum? Hvussu byrjaði føroysk luttøka í altjóða samfelagnum? Hvørjir tættir mynda føroyskan uttanríkispolitikk, og hvussu sær framtíðin út?
Vit liva í einum heimi, har stórveldini mynda dagsskránna. Men seinastu 70 árini hevur nøgdin av smátjóðum og mikrotjóðum verið alsamt vaksandi, og fyri at skilja altjóða politikk mugu vit eisini skilja atferðina og røddina hjá øllum teimum tjóðum, sum ikki eru stórveldi.
Eisini í Norðuratlantshavi hevur eitt oyggjasamfelag funnið sína rødd, og hóast Føroyar ikki eru sjálvstøðug tjóð, føra Føroyar sín egna uttanríkispolitikk og hava víðkað um sítt uttanríkispolitiska virksemi.
Henda bókin setur Føroyar í uttanríkispolitiska miðdepilin – sum heimsins nalva. Fimtan høvundar lýsa og greina føroysk uttanríkisviðurskifti úr ymsum sjónarhornum. Bókin viðger m.a. vinnuliga og tjóðskaparliga menning í 19. øld, heimskríggj og samráðingar um fiskimørk undir kalda krígnum, fyrstu sendistovurnar um aldarskifti, yvirtøkur av málsøkjum og hvussu uttanríkispolitiska virksemi áhaldandi er víðkað í 21. øld.
Heimurin er í broyting. Gamlar alliansur doyggja, og nýggjar alliansur føðast. Stórveldini kappast, og nýggir geopolitiskir spenningar gerast meira eyðsýndir, eisini í Arktis og Norðuratlantshavi. Hetta greinasavnið hevur til endamáls at lýsa møguleikarnar, avbjóðingarnar og tvístøðurnar hjá einum fólki, ið vil røkja og tryggja síni áhugamál á altjóða pallinum.
Bókin er ætlað øllum, ið forvitnast um støðu Føroya í heiminum, og hvagar Føroyar eru á veg.
##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

This work is licensed under a Creative Commons Attribution-NonCommercial-ShareAlike 4.0 International License.