For the Common Good In Memory of Jóannes Jacobsen

##plugins.themes.bootstrap3.article.main##

##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##

Perma: For the Common Good. In Memory of Jóannes Jacobsen
Published Dec 8, 2023
Hermann Oskarsson Hans Ellefsen Marjun Dalsgaard

Abstract

Útgáva við greinum eftir Jóannes Jacobsen, umframt upprunagreinar hjá starvsfeløgum og vinum hansara. Høvundarnir eru Hans Ellefsen & Daniel W. Bromley, Þórólfur Matthíasson, Hermann Oskarsson, Thorvaldur Gylfason, umframt Henrik Fosse & Anders Sørensen, sum skrivaðu eina grein saman við Jóannesi.

Nakrar av greinunum snúgva seg um samfelagsligu skipanina av fiskivinnuni sum heild og serstakliga um tær búskaparligu og samfelagsligu tilgongdirnar, sum eru avgerandi grundin undir teimum institutiónum og tí politiska regluverki sum fyriskipa rættin til vinnuligu gagnnýtsluna av náttúrutilfeinginum.

Bókin er eindømi í føroyskari bókaútgávu, tí hon er fyrsta búskaparfrøðiliga úrvalsrit, sum givið er út í Føroyum.

Flestu evnini, sum viðgjørd verða í greinunum, hava týdning í føroyskum búskapi, hóast greinirnar í bókini allar eru á enskum máli. Formælið á føroyskum greiðir stutt frá innihaldinum í hvørjari grein sær.

Hetta minnisritið, Jóannesi Jacobsen, lektara á Fróðskaparsetrinum, til heiðurs, er eisini fyrsta bókaútgáva, sum hevur røtur í vísindavirkseminum í útbúgvingini í búskaparfrøði á Fróðskaparsetrinum, har tríggir av høvundunum hava starvast.

Hermann Oskarsson, Hans Ellefsen og Marjun Dalsgaard hava ritstjórnað bókina.

Abstract 15 | pdf Downloads 0

##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

Section
Onnur Rit