Hin føroyski róðrarbáturin Sjómentir føroyinga í eldri tíð. Í stórum broti við nógvum myndum og tekningum

##plugins.themes.bootstrap3.article.main##

##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##

Published Jun 30, 2000
Andras Mortensen

Abstract

Fróðskapur hevur givið bókina Hin føroyski róðrarbáturin eftir Andras Mortensen út av nýggjum. Bókin kom út fyrstu ferð í 2000 og hevur í mong ár verið útseld. Hon er endurprentað, tí mong hava spurt eftir henni.

Bókin er um gamalt føroyskt bátasmíð og lívið kring bátarnar í Føroyum í tíðini fram til umleið 1930. Bygt verður á søguligt heimildartilfar og frásagnir frá fólki, ið kendu róðrarbátatíðina av egnum royndum og róðrarbátarnar í dagligum yrki. Framløgan er skipað í tríggjar partar.

Í fyrsta partinum verður báturin lýstur, bæði sum smíð og hugsjón, og tann byggitøkniliga siðvenjan í sambandi við hann verður kannað. Endamálið er at skjalfesta framferðarhátt í siðbundnum føroyskum bátasmíðið. Í øðrum parti verður tað gerandisliga brúkið av bátinum lýst, og eisini verður hann kannaður í samfelagsligum høpi. Í triðja parti verða 34 gamlir róðrarbátar lýstir við tølum og tekningum, sum Andrass Joensen reinteknaði eftir uppmátingum hjá Verlandi Johansen.

Bókin varð fyrstu ferð útgivin í 2000. Hon var útseld í morng ár. Í 2021 var hon uppafturprentað.

Supplementum nr. 26

Abstract 209 |

##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

Section
Supplementa