Bókmentaljós Heiðursrit til Turið Sigurðardóttir
##plugins.themes.bootstrap3.article.main##
##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##
Abstract
Bókmentaljós er greinasavn við yrkingum og greinum um bókmentir, mál og mentan. Skrivað hava yrkjarar og bókmentafrøðingar úr øllum Europa og USA, tískil eru summar greinir á enskum, ein er á týskum, nakrar á íslendskum, donskum, norskum og svenskum, men flestar eru á føroyskum.
Kvinnurørsla og samkynd
Bókin leggur fyri við greinum um grein eftir Leyvoy Joensen um Kvinnufylkingina, sum Turið var við til at stovna. Þorvaldur Kristinsson hevur skrivað sera áhugaverda grein um tey samkyndu í Íslandi, hvussu støða teirra er batna.
Bókmentagreinir
Annar partur viðger evropeiskar bókmentir í nútíð og fortíð. Har eru greinir um sangirnar hjá Frændur, Paul Celan, um tónleik í verkum hjá Williami Heinesen og um líkt og ólíkt í yrkingunum hjá Regini Dahl og Olav H. Hauge. Harumframt er ein grein um grønlendskar bókmentir, um sambandið millum søg og skaldskap og um kvæðið “Orrustan við Heiðabý”, sum byggir á “Slaget ved Hedeby” eftir Carl Ploug, og sum siterar føroysk kvæðaniðurlag.
Ferðing
Triði partur er um ferðing og ferðasøgur. Firouz Gaïni skrivar um modernaðar ferðasøgur og Jonna Louis-Jensen um eina vitjan í Føroyum í 1872. Elin Súsanna Jacobsen viðgerð hvussu roynt hevur verið at selja Føroyar sum ferðaland.
Yrkingar
Fjórði partur í bókini umfatar seks yrkingar “Sápuverð” eftir Sigri Gaïni, “MIRAGE versus Wordsworth” eftir Carl Jóhan Jensen, “Die Stadt an der Donau” eftir Hanus Kamban, “Føðingardagskvøða” eftir Jóanes Nielsen, “Trappurnar” eftir Tórodd Poulsen og “Fláirnar” eftir Oddfríð Marna Rasmussen.
Pippi og mál
Í fimta parti eru greinir um skriviførleikan hjá føroyskum skúlaungdómi og hjá Pippi Langsokki bæði á svenskum og føroyskum. Har er greinir um lívsstíl og málburð, um íslendskt mál, føroysk eftirnøvn og nøvn í verkum hjá Halldóri Laxness.
Heiðursrit
Til tess at heiðra sermerkt fólk er tað mangastaðni siður at starvsfelagar skipa fyri bókum sum hesari. Bókmentaljós er heilsa til Turið Sigurðardóttir, bókmentafrøðing og lektara á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum í sambandi við, at hon fyllir 60.
Umframt allar greinirnar og yrkingarnar hevur ritstjórnin fingið tað, sum Turið sjálv hevur skrivað, skipað í eina ritskrá.