Hjarta uttan fylgisneyta Herman Bang 150 ár

##plugins.themes.bootstrap3.article.main##

##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##

Published Oct 25, 2007
Hanus Kamban

Abstract

Í ár eru liðin 150 ár, síðan danski rithøvundurin Herman Bang varð borin í heim. Í hesum sambandi hevur Hanus Kamban skrivað eina bók um Bang, sum kemur út hjá forlagnum Fróðskapi og verður løgd fram nú komandi hósdag. Við íblástri frá Leonard Cohen rópar Hanus bókina Hjarta uttan fylgisneyta.Herman Bang, sum var prestasonur, varð føddur í Sønderborg og vaks upp í Horsens og Tersløse. Hann tók studentsprógv frá Sorø í 1875, las eitt skifti løgfrøði og fór so at royna seg sum blaðmaður og rithøvundur. Herman Bang var alt sítt lív ein óvanliga arbeiðssamur blaðmaður. Hann skapti á hesum umráði ein nýggjan stíl, ta livandi, hugfangandi frásøgnina, har forteljarin ofta er mitt í eldinum. Tað er vanlig hugsan í dag, at Bang við hesum óróliga stíli peikar fram ímóti tí skrivihátti, vit í dag rópa new journalism.Men tað er sum rithøvundur, Herman Bang hevur skapt sær sítt heilt serliga pláss í donskum og europeiskum bókmentum. Hann byrjaði sum realistur, men menti skjótt sín egna stíl, impressionismuna, har persónar og gongdir verða lýst gjøgnum eitt portur, evnað til av samrøðu, keipum og medferð. Við hesum skrivingarlag skapti Bang ógloymandi skaldsøgur sum Tine, Ved Vejen, Stuk og Ludvigsbakke og haraftrat nakrar av teimum mætastu stuttsøgunum í donskum bókmentum.  Í síni bók lýsir Hanus Kamban rithøvundin og menniskjað Herman Bang, hansara uppvøkstur, hansara andaligu fyritreytir og hansara bókmentaligu menning. Í bókini verður somuleiðis greitt frá hansara mongu ferðum og óróliga lívsmynstri. Greitt verður frá tí týdningi, hann fekk fyri europeiskar bókmentir, einamest tann týska rithøvundin og nobelvinnaran Thomas Mann. Til seinast verður greitt frá ferðini til USA, har Herman Bang andaðist, í Ogden í Utah, í januar 1912.Herman Bang var í tí serligu støðu, at hann var samkyndur, og at hann eitt stutt skifti eisini livdi sum samkyndur, í eini tíð, tá hesin eginleiki, sum alment kent og umrøtt fyribrigdi, var nakað nýtt. Í bókini verður eisini nomið við hesi viðurskiftir og bæði greitt frá, hvussu Bang varð happaður av fjølmiðlunum, og hvønn týdning henda kynsliga serstøða fekk fyri hansara skaldskap.

Hjarta uttan fylgisneyta er eitt essay, ein persónliga dæmdur tekstur, sum innan fyri eina avmarkaða síðunøgd savnar ein hóp av ymiskum brigdum. Perman samsvarar, við síni elegantu minimalismu, evninum. Hetta er ein føroyskur minnisvarði, settur einum av Danmarkar gávuríkastu skaldum. 

Abstract 38 | pdf Downloads 35

##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

Section
Onnur Rit