Vatnanøvn í Føroyum

##plugins.themes.bootstrap3.article.main##

##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##

Published Nov 20, 2021
Eivind Weyhe

Abstract

Í hesi staðarnavnaútgávu eru nøvn á vøtnum og tjarnum í Føroyum savnaði og skipaði í bókstavarað og viðgjørd navnafrøðiliga.
Undir hvørjum navni verður greitt frá hvar staðið er, hvørji bygd tað er í, ofta hvussu høgt tað er yvir sjóvarmálanum, og eitt nú hvørjum hagaparti tað er í, ella hvar tað er í mun til onnur støð, og tá verða ofta onnur staðarnøvn nevnd sum eru í nánd, serliga um sama navnlið gongur aftur í teimum. Oftast verður nevnt hvørjar áir renna í og úr; hetta byggir á tað sum sæst á máliborðsbløðunum (F20) og skal takast við fyrivarni, tí á kortum er ikki alt komið við, og heldur ikki samsvara kortútgávurnar. Greitt verður frá hví staðið eitur sum tað eitur tá ið tað tykist neyðugt, men í mongum førum „hevur staðið navnið hjá sær“, sum tikið kann verða til. Av tí at høvuðsliðini eru so fá í tali og tvey teirra ganga aftur í meginpartinum av nøvnunum, verða tey viðgjørd undir einum seinri í hesum inngangi. Kemur navnið fyri í eldri keldum, er tann navnaformurin oftast nevndur. Onkuntíð verða frásagnir í sambandi við staðið nevndar, eitt nú sagnir. 

Abstract 82 | pdf Downloads 51

##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

Section
Onnur Rit