Royndin Ein kjakbók um søgu og søguskriving
##plugins.themes.bootstrap3.article.main##
##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##
Abstract
Hetta er ein kjakbók um søgu og søguskriving, sum viðger hypotesur um Nólsoyar-Páll við støði í almennum søgufakligum meginreglum. Millum annað verða hesir spurningar viðgjørdir í bókini: Var Løbner fyrstur at flyta frískt koppingarevni móti pokunum til Føroya longu í 1801? Rýmdi Nólsoyar-Páll frá neyðarrópi og hungrandi landsmonnum í juni 1808? Var tað Nólsoyar-Páll, sum gjørdi, at Baugh kapteynur á bretska herskipinum Clio avgjørdi at taka og oyðileggja skansan í Havn 16. mai 1808? Var tað rætt av Løbner at yvirgeva skansan uttan at lata nakað skot av? Hvørjar mannagongdir og háttaløg eiga søgufrøðingar at halda seg til, tá ið teir granska og skriva søgu? Ber tað til hjá søgugranskarum at skriva søgu óheft av sínum egnu persónligu sjónarmiðum? Spurningarnir eru settir við støði í ítøkiligum tilfari og evnum úr føroyskari søgu, men viðgerðin verður sett í samband við almennar søgufakligar meginreglur.