Platon Drykkjuveitslan og aðrar samrøður

##plugins.themes.bootstrap3.article.main##

##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##

Published Jun 27, 2008
J.H.O. Djurhuus Bergur Djurhuus Hansen Jógvan Hansen Turið Sigurðardóttir

Abstract

Her birtast sum Setursrit 5 týðingar Janusar Djurhuus eftir Platon. Janus týddi fimm samrøður, dialogar, eftir Platon; tó týddi hann bara brot av teirri fimtu, „Faidon“. Týðingarnar komu upprunaliga út í tveimum bókum: Verjurøða Sokratessar – Kriton – Faidon, ið kom út fyrstu ferð í Havn 1931; og Symposion – Gorgias, sum Føroyingafelag í Keypmannahavn gav út í 1938. Nú næstan 80 ár seinni koma týðingarnar út í einari bók. Endamálið við útgávuni er at geva lesarum høvi til at lesa hesar hugtakandi hálvttriðjatúsund ára gomlu bókmentirnar, í senn fremmandar og heimakunnugar, í týðingini hjá Janusi skaldi.

Í bókini eru tvær greinir, onnur eftir Berg Djurhuus Hansen, cand.mag. í søgu og donskum, um forna Grikkaland; hin eftir Jógvan Hansen, cand.phil. í heimspeki, um Platon og heimspeki hansara.

Abstract 44 | pdf Downloads 148

##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

Section
Setursrit