Miðlar, mentan & seinmodernitetur Ein antropologisk lýsing av føroyskum ungdómi

##plugins.themes.bootstrap3.article.main##

##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##

Published Sep 14, 2008
Firouz Gaini

Abstract

„Føroyskur ungdómur hevur ikki áður verið fyrimál hjá fólki, ið granskar føroyska samfelagið. Granskingin, hvørs úrslit nú
fyriliggja, umboðar fyrstu veruligu roynd at lýsa ungdómin í landinum vísindaliga. Endamálið við verkætlanini hevur verið,
at hyggja nærri at ungdóminum í landinum í dag úr einum mannfrøðiligum sjónarhorni.

Og hóast feltarbeiðið fór fram í høvuðsstaðnum, umfatar verkætlanin alt landið, tí nógv innsavnað tilfar er av bygd. Ungdómurin er á ferð, vandaferð, frá tryggari tilveru sum barn til ørkymlandi vaksnamannalív við ábyrgd. Ungdómstíðin er, í heimsmyndini hjá vaksnum, full av mýtum og fordómum, ið romantisera og hálova fría ungdómslívinum ella vanæra ungdómin, tí hann verður skýrdur at umboða vandamiklastu hóttanina ímóti skili og ordan í samfelagnum“

Abstract 64 | pdf Downloads 197

##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

Section
Supplementa