Kenn mær einki um Kyn, frásagnarviðurskifti og frábrigdi í Sjúrðarkvæðunum

##plugins.themes.bootstrap3.article.main##

##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##

Published Nov 17, 2020
Brynhild Kamban

Abstract

Sjúrðarkvæðini eru partur av føroysku „populermentanini“ og endurspegla eina føroyska hugmyndafrøði um kyn. Eitt nú vísa persónlýsingarnar ein greiðan mun á kvinnum og monnum: Kvinnurnar eru vakrar, svikafullar, hevnisamar og falskar. Tær eru tølandi, harðhjartaðar og duga gand. Menninir, hinvegin, eru raskir, sterkir og virkisfúsir kappar. Teir duga ikki gand og gera ongantíð órætt. Kvæðini eru sparin við ítøkiligum upplýsingum, so spurningurin er, um kynjamyndanin, tá ið av tornar, er so einføld og greið. Tí er grund til at viðgera kynjaspurningar í Sjúrðarkvæðunum við atliti at lýsingunum av kvinnum og monnum.
Kenn mær einki um greinar Sjúrðarkvæðini við støði í frásagnar- og kynjafrøði.

Abstract 73 | pdf Downloads 119

##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

Section
Setursrit