Frændafundur 6 Fyrilestrar frá føroyskari-íslendskari ráð́stevnu í Tórshavn 26.-28. juni 2007
##plugins.themes.bootstrap3.article.main##
##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##

Abstract
Í hesari bók eru prentaðir fyrilestrar frá føroyskari-íslendskari ráðstevnu, sum varð hildin í Tórshavn 26. – 28. juni 2007. Fyrilestrarnir standa her í teirri røð, sum teir vóru hildnir. Høvundarnir hava havt møguleika fyri at leingja fyrilestrarnar, men misjavnt er, hvussu nógv greinirnar víkja frá framløgunum, sum fluttar vóru. Tríggir røðarar valdu ikki at prenta fyrilestrar sínar.
Fremst í bókini standa minningarorð um Stefán Karlsson, sum Jóhan Hendrik W. Poulsen bar fram, tá ið ráðstevnan varð sett.
Ráðstevnan Frændafundur 6 var fyrireikað av „Íslandsnevnd“ á Fróðskaparsetri Føroya í samstarvi við „Føroyanevnd“ á Hugvísindadeild Háskóla Íslands. Í Íslandsnevnd sita Turið Sigurðardóttir (form.), Anfinnur Johansen, Malan Marnersdóttir, Lena Reinert og Jóhan Hendrik W. Poulsen. Í Føroyanevnd sita Ingi Sigurðsson (form.), Magnús Snædal, Pétur Knútsson, Höskuldur Þráinsson og María Garðarsdóttir.
Supplementum nr. 49.