Fiskivinnan sum broytingaramboð hjá amtmanninum

##plugins.themes.bootstrap3.article.main##

##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##

Published Nov 19, 2020
Erling Isholm

Abstract

Tá ið amtmaðurin í 1832 skuldi taka støðu til, hvat gerast skuldi við mongu klagurnar um fremmand fiskiskip, hendi eitt avgerandi skifti í føroyskari søgu. Í fleiri hundrað ár hevði svarið upp á slíkar klagur verið, at landið skuldi steingjast og verjast betur, men nú valdi amtmaðurin eina aðra leið. Heldur enn at verja føroyskt sjóøki, skuldu føroyingar kappast við útlendsku skipini. Tað gjørdist byrjanin til eina drúgva gongd at menna føroyska fiskivinnu.

Í bókini verður lýst, hvussu amtmaðurin við einum mentum amtmansstovni gjørdist oddamaður í moderniseringini av føroyska samfelagnum fyrra helming av 19. øld. Greitt verður frá, hvørjar møguleikar skiftandi amtmenn sóu í fiskivinnuni, og allar royndir amtmansins at byggja upp eina slíka vinna verða gjølliga greinaðar.

Hesar royndir høvdu við sær, at gongd var komin á privat rikna fiskivinnu, áðrenn Einahandilin varð tikin av í 1856, og tí vóru føroyingar ikki heilt ófyrireikaðir til nýggju tíðina.

Abstract 167 | pdf Downloads 401

##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

Section
Supplementa