Frændafundur 8 Greinasavn frá føroysk-íslendskari ráðstevnu í Tórshavn 24. og 25. august 2013

##plugins.themes.bootstrap3.article.main##

##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##

Published Apr 25, 2012
Turið Sigurðardóttir María Garðarsdóttir

Abstract

Granskingarsamstarvið millum Fróðskaparsetur Føroya og Hugvísindadeild Háskóla Íslands helt áttanda frændafund í Føroyum dagarnar 24. og 25. august 2013. Har bóru granskarar úr Íslandi, Føroyum og aðrastaðni frá fram fyrilestrar um føroysk og íslendsk evnir, til samans 36 fyrilestrar. Ætlanin var at varpa ljós á serliga tvey ávís evnir. Annað var móðurmál og námsfrøði,
hitt filmsgerð í Føroyum og Íslandi. Tað fyrra evnið varð viðgjørt í tveimum innbodnum høvuðsfyrilestrum og nøkrum stuttum fyrilestrum. Tað seinna, filmsgerð, í tveimum innbodnum høvuðsfyrilestrum. Haraftrat var ein nøgd av fyrilestrum við fjølbroyttum evnisvali. Fyrilestrarnir vórðu hildnir á føroyskum og íslendskum, einstakir á donskum og norskum. Áhoyrarafjøldin var stór og
umrøðurnar áhugaverdar og lívligar. Ráðstevnubókin er eitt úrval av fyrilestrunum. Summir fyrilestrahaldarar valdu ikki at lata ritstjórnini fyrilestur sín við útgávu í huga. Greinarnar í bókini eru javnlíkamettar. Harafturat kemur kunning um tað nýggja námið við Háskóla Íslands í logopedi, sum Sigríður Magnúsdóttir bar fram á ráðstevnuni.

Supplementum nr. 65

Abstract 84 | PDF Downloads 566

##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

Section
Supplementa