Er heima til?
##plugins.themes.bootstrap3.article.main##
##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##
Abstract
Bókin byggir á eina ph.d.-ritgerð um eitt tekstslag, ferðafrásagnir, og um hvussu ein føroyskur rithøvundur, Kristian Osvald Viderø (1906-1991), brúkti hetta tekstslagið til at skriva um seg sjálvan og sína tíð.
Í bókini verður grundgivið fyri, at Viderø sum rithøvundur hevði torført við at finna seg til rættis í hevdbundnum tekstsløgum, men at hann skrivaði ferðafrásagnir, sum í stóran mun vóru ávirkaðar av bókmentaligum og heimspekiligum rákum í Evropa í fyrru helvt av 20. øld. Ein kensla av at liva í einari krepputíð og ikki kenna seg heima nakrastaðni – ikki at sættast við seg sjálvan og sítt umhvørvi – verður orðað í ferðafrásagnunum. Ferðafrásagnirnar góvu Viderø høvi til at taka hóskiligar leiklutir á seg og seta seg sjálvan á pall sum rithøvund við serligum eginleikum, søgum og hugsanum av tilveruligum slag.
Bókin er úrslit av gransking, sum Bergur Djurhuus Hansen hevur gjørt í sambandi við ph.d.verkætlan sína seinastu 3 árini.
Metingarnevndin til ritgerðina segði m.a. í niðurstøðuni, at: “Ritgerðin vinnur fram úrslit, sum víðka um fatanina av einum ritverki, sum á flestan hátt líkist burturúr í bókmentaheiminum; úrslit sum eisini gera tað møguligt at víðka fatanina av okkara egnu søgu, samtíð og okkum sjálvum”
Permumyndin er málningur hjá Hanni Juliusi Bjartalíð.