Kunnskap og makt - Færøysk helsepolitikk gjennom 150 år

##plugins.themes.bootstrap3.article.main##

##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##

Published Oct 2, 2007
Beinta í Jákupsstovu

Abstract

Bókin Kunnskap og makt lýsir hugburðin í føroyskum heilsupolitikki frá fyrst í 19. øld og fram til heimastýristíðina. Sambandið millum kunnskap og makt er knýtt at hugsunarhátti heldur enn persónum. Viðgerðin byggir millum annað á greinir og frágreiðingar, sum læknar hava skrivað um føroysk heilsuviðurskifti í læknatíðarritum og fyri donsku heilsumyndugleikarnar. Hugsan teirra um, hvørji tiltøk áttu at verðið sett í verk, ber dám av læknafrøðiligu vitanini í samtíðini. Eitt nú fór tann nýggja læran um bakteriur seinast í 19. øld at seta reinføri í miðdepilin. Men frágreiðingarnar hjá læknunum vísa, at ikki bara læknafrøði stýra frásjón og fatan hjá serfrøðingum.

Ymiskir tættir í føroyskari heilsupolitiskari søgu verða lýstir, teirra millum framvøksturin av kommunlæknaskipanini og av sjúkrakassum.

Bókin hevur 13 kapittul:

l . kap.:           Ástøði

2: kap.:           Føroya søga

3.-4. kap.:      I. skeið: Skráseting av heilsustøðuni í danska ríkinum

5.-8. kap.:      II. skeið: Liberalisma undir umsorgan og eftirliti ríkisins

9.-12. kap:     III. skeið: Føroyskt sjálvræði og/ella atgongd til ágóðar í danska vælferðarríkinum

13. kap.:        Luttakarar og áskoðarar í føroyskum heilsupolitikki

Fylgiskjøl:       Skrá yvir allar kommunulæknar fram til 1950

Abstract 73 | pdf Downloads 17

##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

Section
Onnur Rit