Baladas épicas feroesas

##plugins.themes.bootstrap3.article.main##

##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##

Published Jul 18, 2008
Mariano González Campo

Abstract

Í tvímælta kvæðasavninum Baladas épicas feroesas standa kvæðir lið um lið á føroyskum og í spanskari týðing. Við bókini, sum er 352 síður, er eisini ein fløga við kvæðunum. 

Tað er Mariano González Campo, sum hevur týtt kvæðini til spanskt. Hann hevur fleiri summar á rað vitjað í Føroyum fyri at arbeiða við hesum tilfarinum. Hann hevur serliga verið á Landsbókasavninum og á Føroyamálsdeildini, men hevur eisini verið í samband við nógv kvæðaáhugað fólk í Føroyum. Fororðini til bókina hevur Malan Marnersdóttir skrivað. Í bókini eru tey týdd til spanskt. 

Hetta er onnur bókin hjá Mariano González Campo um føroysk evni.  Hann gav í februar 2008 út Saga de los feroeses, sum er Føroyingasøga í spanskari týðing.

Mariano González Campo hevur eina spanska heimasíðu, har hann skrivar dúgliga um føroyska mentan: "El cuaderno del feroés".

Tað er spanska forlagið Miraguano Ediciones, sum hevur givið bøkurnar hjá Mariano González Campo út. Fróðskapur er samútgevari av bókini og stendur fyri samskiftinum og útbreiðsluni av bókini í Føroyum.

Bókin er serliga áhugaverd fyri spansktmælt  fólk, sum hava hug at fáa innlit í føroyska mentan, men er eisini sera hent til undirvísing í sponskum á føroysku miðnámsskúlunum.

Abstract 30 |

##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

Section
Onnur Rit