Tey fyrstu jólini Ein søgukritisk viðgerð av føðisøgum Jesusar

##plugins.themes.bootstrap3.article.main##

##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##

Published Nov 30, 2012
Hans Andrias Sølvará

Abstract

Frelsari heimsins verður føddur ... Á eini uml. 2000 ára gamlari grikskari áskrift í Lítlaasia, sum m.a. snýr seg um føðingardagin hjá einum stórmenni frá fornøldini, sæst, at orðið „evangelia“, t.e. góð tíðindi, verður brúkt um hetta stórmenni. Samstundis upplýsir áskriftin lesaran um „føðingardagin hjá gudinum“. Hesin gudurin verður harumframt sagdur at vera „Frelsarin hjá allari mannaættini“. Hendan áskrift frá samtíðini er reist, meðan maðurin, sum hon snýr seg um, enn var á lívi.

Um føðingina hjá hesum sama stórmenni upplýsir ein nakað seinni høvundur, at drongurin skuldi „ráða yvir øllum heiminum“, og at „tekin“, sum fyriboðaðu føðing hansara, frammanundan høvdu víst seg fyri fólki. Sami høvundur upplýsir, at móðurin var guddómliga gitin, og at sonurin, sum hon føddi 9 mánaðir seinni, var hildin at vera Guds sonur. Faðirin „droymdi ... at sonur hansara vísti seg fyri honum í einum meira hábornum skapi enn tí hjá deyðiligum manni ... við guddómligum innsigli“ Tá fyriboðanin um, at „kongurin“ skuldi føðast, hoyrdist millum tey ráðandi, varð avgjørt, at gera av við øll dreingjabørn, sum vóru fødd hetta árið. Hetta barnið, sum sipað verður til, er .... Augustus (62 f.Kr.-14 e.Kr.), áskriftin er frá uml. 10 f.Kr., og tann seinni rithøvundurin er tann rómverski søguskrivarin Suetonius (69-130 e.Kr.). Hetta er bara eitt av nógvum dømum. Tílíkar føði- og
barndómssøgur vóru heilt vanligar í fornøldini, men eingin søgufrøðingur tekur tær fyri annað enn tað, tær eru – mytologi. Líknandi søgur frá fornøldini eru um t.d. Alexandur tann Stóra, og tað verður mett fyri vist, at tá Markus byrjar sítt evangeliið við orðunum, „Upphavið til gleðiboðskapin („evangelia“) um Jesus Krist, Guðs son“ (Mark 1:1), so er hann týðiliga ávirkaður av líknandi fornum søgum. Tað er m.a. í hesum høpi, at vit noyðast at meta um søguliga trúvirðið í báðum føðisøgunum um Jesus, ið eru festar á blað uml. 80 ár eftir føðing hansara. 

Abstract 58 | pdf Downloads 285

##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

Section
Onnur Rit