Plant galls and gall midges (Diptera: Cecidomyiidae) of the Faroe Islands in the Atlantic Ocean / Plantuvølir og vølamíggj (Diptera: Cecidomyiidae) í Føroyum

##plugins.themes.bootstrap3.article.main##

##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##

Published Feb 26, 2017
Marcela Skuhravá Václav Skuhravý

Abstract

Úrtak: Tíggju vølelvandi og vølatknýttar lívverur, ið komu fyri á sjey vertsplantusløgum, ið hoyrdu til sjey plantuættir, vórðu funnar nærindis Tórshavn í august 2005. Av teimum eru fimm sløg vølamíggj (Cecidomyiidae, Diptera), tvey eru eriophyid-mottur (Eriophyioidea, Acarina) og trý hoyra til ymsar soppaættir. Allir finningar eru nýggjar skrásetingar í Føroyum. Sjey sløg elva til vølir á ymsum vertsplantum, nevniliga Cecidomyiidae, Oligotrophus juniperinus, ið elvir til knubbavølir á vanligum baraldi, Juniperus communis, og Contarinia floriperda, ið elvir til blómuknubbavølir á einum slag av royniviði, Sorbus aria; Eriophyoidea, Aceria pseudoplatani, á bløð á einum slag av ahorn, Acer pseudoplatanus, og Aculus anthobius á stelk og blómur á einum slag av steinbrá, Galium anisophyllum; og soppurin Cronartium ribicola, ið elvir til vølir á bløð á sólberjarunni, Ribes nigrum, og Melampsora caprearum á bløð á pálmapíli, Salix phylicifolia, og Puccinia violae á bløð á dimmari blákollu, Viola riviniana. Trý vølamíggj, ið ikki elva til vølir, eru knýtt at vølelvandi lívverum, nevniliga Mycodiplosis melampsorae og Clinodiplosis cilicrus, bæði planturotátin (phytosaprophagous) sløg, ið eru knýtt at rotnum plantutilfari, og Feltiella acarisuga, eitt djóraátið (zoophagous) slag, ið gagnnýtir tetranychid-mottur.  Oligotrophus juniperinus, Contarinia floriperda og Puccinia violae eru upprunalig í Føroyum í sambandi við upprunan at vertsplantuni; og tey sløg, ið eru eftir, eru fremmand og eru vorðin innslødd til Føroya við fólki. Frá einum lívfrøði- landafrøðiligum sjónarmiði eru Oligotrophus juniperinus, Contarinia floriperda, Aceria pseudoplatani og Aculus anthobius evropisk sløg, Mycodiplosis melampsorae og Clinodiplosis cilicrus eru evro-sibirisk sløg og Feltiella acarisuga er eitt alheimsslag. Finningurin av C. floriperda í Føroyum er tann norðasta fyrikomingin í Evropa. Tað lága talið á sløgum av vølelvandi lívverum í Føroyum kemst av landafrøðiligari avbyrging og natúrligum umstøðum í landinum, t.e. heldur lítil gróður og trot á trøum og runnum, sum kundu verið møguligar vertsplantur hjá vølelvandi lívverum.

Abstract :Ten gall-causing and gall-associated organisms occurring on seven host plant species belonging to seven plant families were found near Tórshavn on the island of Streymoy, one of the Faroe Islands, in August 2005. Of these, five species are gall midges (Cecidomyiidae, Diptera), two are eriophyid mites (Eriophyioidea, Acarina) and three belong to various families of fungi. All findings are new records for the Faroe Islands. Seven species cause galls on various host plants, namely the Cecidomyiidae, Oligotrophus juniperinus causing bud galls on Juniperus communis and Contarinia floriperda inducing flower bud galls on Sorbus aria; the Eriophyoidea, Aceria pseudoplatani on leaves of Acer pseudoplatanus and Aculus anthobius on stems and flowers of Galium anisophyllum; and the fungi Cronartium ribicola galling leaves of Ribes nigrum, Melampsora caprearum on leaves of Salix phylicifolia and Puccinia violae on leaves of Viola riviniana. Three non-galling gall midges were associated with gall-causing organisms, viz. Mycodiplosis melampsorae and Clinodiplosis cilicrus, both phytosaprophagous species associated with decaying plant matter, and Feltiella acarisuga, a zoophagous species preying on tetranychid mites. Oligotrophus juniperinus, Contarinia floriperda and Puccinia violae are native to the Faroe Islands with regard to the origin of their host plants; and the remaining species are alien and were introduced to the Faroe Islands by man. From the biogeographical point of view Oligotrophus juniperinus, Contarinia floriperda, Aceria pseudoplatani and Aculus anthobius are European species, Mycodiplosis melampsorae and Clinodiplosis cilicrus are Euro-Siberian species and Feltiella acarisuga is a cosmopolitan species. The finding of C. floriperda in the Faroe Islands is the most northern occurrence in Europe. The low species number of gall-causing organisms in the Faroe Islands is the result of geographical isolation and natural conditions of these islands with relatively poor vegetation and lack of trees and shrubs, which may be potential host plants of gall-causing organisms.

Abstract 328 | PDF Downloads 28

##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

Section
Natural Sciences