Philopatry, dispersal and survival of wren (Troglodytes troglodytes) in the Faroe Islands - Hvussu músabróðir (Troglodytes troglodytes) yvirlivii; spjaðir seg, og hvussu staðbundin hann er í Føroyum

##plugins.themes.bootstrap3.article.main##

##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##

Published Dec 31, 2004
Sven-Axel Bengtson

Abstract

Úrtak

Reiðrandi músabrøður og floygdir ungar hjá norðuratlantiska føroyska músabróðrinum (Troglodytes t. borealis) vórðu í nøkur ár ringmerktir við littum ringum(n=134) á sjey avmarkaðum økjum á seks føroyskum oyggjum. Ein einstakur (ringmerktur tá hann var floygdur) ferðaðist í minsta lagi 50 km og læt seg forða hvørki av oyggjum ella vatni. 61,5% av steggjunum, sum reiðraðust, komu aftur til sama stað á hvørjum ári (n=26), og hetta er ein ábending um at steggin er sera staðbundin. Líkt er til at fleiri føroyskir músabrøður yvirliva samanborið við ringmerkingar-úrslit frá meginlandinum. Væntaði livialdurin hjá steggjum sum reiðrast (t.e. í minsta lagi eitt ára gamlir), var 2,1 ár, og tveir steggjar reiðraðust í minsta lagi fýra fylgjandi ár aftan á at teir vórðu ringmerktir. 15% av teim reiðrandi bøgunum komu aftur (n=20). Av teimum floygdu ungunum komu 10.2% aftur (n=88). Av floygdu ungunum komu munandi fleiri steggjarenn bøgur (vit ganga út frá at kynsbýtið var javnt) aftur hagar, teir vórðu klaktir. Óroyndir steggjar vóru munandi minni hepnir at fáa maka enn teir eldru. Møguligar frágreiðingar, hví bæði kynini spjaða seg ymist, verða viðgjørdar. Eingin munur varð sæddur millum øki ella ár, kanska tí ov fáir fuglar vórðu kannaðir.

Abstract

Breeders and fledglings of the North Atlantie Faroese wren (Troglodytes t. borealis) were colour-ringed (n=134) during a number of years in 7 limited areas on 6 of the Faroese islands. Most of the autumn resightings of marked individuals (n=45) were malebiased and made < 2 km from the ringing site and on the same island. One individual (ringed as fledgling) dispersed at least 50 km, passing islands and waterbarriers. For male breeders return rate across years and areas was 61.5% (n=26), which implies a high degree of philopatry. The minimum annual survival suggests a significantly higher survival rate than shown by ringing recoveries of mainland wrens. Mean life expectancy of breeding males (i.e. at least one of age) was 2.1 years and two males bred for at least 4 consecutive years following ringing. For female breeders overall return rate was 15.0% (n=20). For fledglings 10.2% (n=88). Among fledglings significantly more males than females (assuming an equal sex ratio) returned to natal areas. In males, first-time breeders were significantly less succesful in obtaining mates than older ones. Possible explanations for the sex-biased dispersal patterns are discussed. No differences between areas or years were discernible, possibly due to very small sample sizes.

Abstract 13 | pdf Downloads 11

##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

Section
Natural Sciences