A Viking-Age Shieling in Skarðsvík, Fugloy, Faroe Islands - Ærgi í Skarðsvík, Fugloy

##plugins.themes.bootstrap3.article.main##

##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##

Published Dec 31, 2004
Anna Katrin Matras Hákun Andreasen Steffen Stummann Hansen

Abstract

Úrtak

í 1950 árunum vísti Christian Matras á eina mongd av føroyskum staðarnøvnum, sum høvdu tað gamla norrøna orðið ærgi í sær. Orðið er avleitt av gamla írska áirge, í týdninginum summarbeiti ella ærgi.Við støði í arbeiðnum hjá Matras, fann Sverri Dahl nøkur fornfrøðilig støð, sum kundu setast í samband við hesi staðarnøvn, og við rannsóknum kom hann við fornfrøðisligum prógvum fyri einum búskapi, við ærgjum tíðliga í føroysku søguni. Alt hugtakið um ærgi, sum part av landbúnaðarbúskapinum í víkingatíð og tíðliga í miðøld í Føroyum, varð tikið upp til nýggja viðgerð av Ditlev L.D. Mahler í 1980árunum. Á sínum korti yvir ærgi, hevði hann tó ongi toftalendi á teimum norðastu av Norðoyggjunum í Føroyum. Í 1987 varð eitt tílíkt toftalendi staðfest í Skarðsvík á Fugloy. Toftalendið, sum varð skrásett í 2001, er á einum gróðrarríkur háslætta, sum vendir móti landnyrðingi og er okkurt um 200 metrar yvir havinum. Í toftalendinum er ein leivd av einum lítlum bygningi og einum garðlagi, hvør sína megin eini lítlari á. Húsasniðið kann heilt greitt samanberast við bygningar á øðrum ávístum ærgistoftum, t.d. áArgisbrekku í Eysturoy. Tvey staðarnøvn, sum hava í sær árgi, eru staðfest á plássinum.

Staðfestingin av ærginum í Skarðsvík ber prógv um, at ein fullfíggjaður landbúnaðarbúskapur, samansettur av høvuðsbúsetingini (vetrargarðar) og ærgi (summarbeiti) eisini varð sett í verk á teimum norðastu oyggjunum av Norðoyum, og gevur hetta tískil ábendingar um, at hetta var ein skipan, sum varð sett í verk um allar Føroyar í víkingatíðini.Tað hevur verið víst á, at munurin millum lendi í Føroyum og Noregi tvingaði niðursetumenninar úr Norðurlondum at seta í verk eitt slag av summarbeitum, sum var ólíkt tí í teirra Norðurlendska heimlandi. Hendan skipan e rfunnin í tí írsk/gæliskmælta økinum sunnanfyri. Høvundarnir loyva sær at halda, at niðursetumenninir vóru eftirkomarar av írsk/norðurlendsku samfeløgunum, sum vóru sett á stovn í Irlandi og Skotlandi tíðliga í víkingatíðini, og tískil vóru rættiliga kendir við ærgini sum summarbeiti. Tey høvdu tí ikki fyri neyðini at uppfinna nakað nýtt; tey bara fluttu yvir skipnanina til lendir, ið líktist teimum frá teirra heimlondum – til Føroyar.

Abstract

Almost fifty years ago ancient shieling sites of Viking Age date were identified in the Faroe Islands by Christian Matras, the linguist, and Sverri Dahl, the state antiquary. The sites normally contained archaeological structures and typically had place-names featuring the Old Irish element áirge attached to them. The whole concept of shielings as part of the early Faroese farming economy was reassessed by Ditlev L. D. Mahler during the 1980s, and he produced a distribution map of these sites. No shielings were noted in the outer Norðuroyar on this map. In 2001, however, such a site was recorded on Fugloy.

Abstract 29 | pdf Downloads 33

##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

Section
Humanities