A Palaeobotanical Study Indicating a Previking Settlement in Tjørnuvík, Faroe Islands Gróðrafrøðiligar kanningar, sum vísa á eitt eldri landnám enn norrønt í Tjørnuvík
##plugins.themes.bootstrap3.article.main##
##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##
Abstract
Hesi seinastu árini (1968—71) hava gróðrafrøðiligar kanningar verið gjørdar í Tjørnuvík. Endamálið við kanningunum var at vita, hvussu gróðurin hevur tikið seg upp har á staðnum seinastu 2000 árini og at vísa á eina møguliga ávirkan av fornarii búseting.
Rannsóknarstaðið, sum sæst á myndunum, var upprunaliga tjørn. Úrslitið av kanningunum var óvæntað og vísir, at fó'lk hevur búsett seg í Tjarnuvík longu 600—650 e. Kr. Rannsóknirnar vóru gjørdar lutvís sum sáðgreining (pollenanalysa) t. e. kanningar av sáði ella flogi (pollen), sum er fokið út í tjørnioa og lutvís sum kanning av fræi og øðrum plantuleivdum.
Tvær sáðstrikumyndir (pollendiagram) eru vístar á 1. talvu og 2. talvu. Á teimum sæst, hvørjar broytingar 1 gróðrinum eru farnar fram frá elsta gróðrinum á staðnum til dagin í dag. Serliga er at leggja til merkis landnámsstrikuna (landnam horizon). Á hesum dýpi fer tann broyting fram gróðrinum viðvíkjandi, sum ger, at vit kunnu siga, at fólk tá er kom.ið á staðið. Broytingarnar eru í stuttum hesar: korn sæst fyrstu ferð, sama er við ókrúti sum hømliu. Leggsýra (sýruleggur) og jóansøkugøtubrá gerast
sera vanlig. Grasmongdin økist nógv av tí, at bøur verður veltur; av somu orsøk fækkast vátlendisplanturnar. Baraldur hvervur — hevur óivað verið nýttur til at brenna.
Væl av fræi er eisini funnið, men hesar kanningar eru ik'ki loknar enn. Við C-14 aldursmáting er gjørligt at siga, nær umleið henda búseting er farin fram. Tríggjar mátingar av landnámsflánni góvu hesi úrslit: 600 e. Kr. ± 100 ár, 650 e. Kr. + 100 ár og 620 e. Kr. ± 100 ár. Dicuil nevnir, at írskir munkar hava búð í Føroyum frá umleið 725—750 og til okkurt um 800 e. Kr. Búsetingin í Tjørnuvík kann kortini hava verið gjørd av hesum monnum, men um so er, hava teir verið her eini 100 ár undan tí ííð, sum Dicuil nevnir. Tann møguleiki er eisini til steðar, at C-14 mátingarnar vísa ov høgan aldur, men hetta er minni trúligt, tí vit hava tríggjar og tilfarið til mátingarnar var mógvur, ið vanliga gevur ein eitt sindur ov lágan aldur. Nú er eftir at ynskja, at fornfrøðiligar leivdir eftir hesi eldri búseting verða funnar. 1 hesum sambandi kann eg vísa á, at týðulig dálking er hend av tjørnini (vatnsarvi, torvmold o. a.). Ti er tað trúligt, at búplássið hevur ligið tætt við kanningarstaðið.
##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

This work is licensed under a Creative Commons Attribution-NonCommercial-ShareAlike 4.0 International License.