Diffusión av tingum og tankum

Kanning av fyrru helvt av 1800-talinum í Føroyum

 

Diffusion of things and thoughts

An analysis of the first half of the19th century in the Faeroe Islands

 

Rolf Guttesen

Honorary Senior Research Fellow, Department of Geosciences and Nature Resources Management, University of Copenhagen. Øster Voldgade 10, DK-1350 Copenhagen K

 

Adjunct Professor, Department of Social Sciences and History, University of the Faeroe Islands. Jónas Broncks gøta 25, FO-100 Tórshavn

E-mail: rolfg@setur.fo

 

http://dx.doi.org/10.18602/fsj.v62i0.31

 

Úrtak

Í 19. øld vaks fólkatalið í Føroyum úr 5.200 á fólkateljingini í 1801 til 15.200 á fólkateljingini í 1901. Høvuðsspurningurin í hesi grein tekur støði í hesum veruleika. Hvat var tað materiella og ideologiska grundarlagið undir hesum grundleggjandi broytingunum, sum framdu broytingar í øllum pørtum og hornum á samfelagnum? Hetta leiðir til trupulleikaorðingina: “Hvaðani komu tey nýggju tingini og tankarnir og hvør kom við teimum?” Teoriir um diffusión og innovatión eru partar av analysuni. Í fyrsta parti av greinini er støðan í føroyska samfelagnum lýst við ítøkiligum dømum. Í øðrum parti verður teori um diffussión sett í samband við hugtøkini “carriers” og “barriers”. Í triðja parti verða hugtøkini undirlendi og huglendi sett í samband við tey í øðrum parti longu nevndu hugtøk. Í fjórða parti verða nøkur hugtøk frá økonomiskari geografi, fólkatalspotentialið og gáttvirðið, sett fram og brúkt. At enda verður ein roynd at kvantificera innovatiónsgongdina sett fram. Hetta leiðir til eina endurtøku av hugtøkunum í undanfarnu pørtum, men eisini til nýggjar spurningar, tá ið úrslitini av hesum, serliga í figuri 4, eru óvæntaði og provokerandi. Eitt samfelag sum tað føroyska, ein lítin og fjarskotin útjaðari, og tí eisini við einum lítlum fólkatals potentiali, kann ikki sjálvt verða roknað við at framleiða nógv ting og tankar. Í fimmta parti verða nakrir lokalir dygdarpersónar nevndir eins og ein røð av tænastumonnum, sum allir komu úr Danmark. Hesir vóru berarar av tonkum frá evropeisku upplýsingarrørsluni og øðrum tonkum, sum víðkaðu materiella grundarlagið undir tí vaksandi fólkatalinum. Tað løgfrøðiliga grundarlagið, lógir og lógásett fyribrigdi, sum broyttu møguleikarnar hjá tí ognarleysu stættini til at ogna sær jørð kom uttanífrá, frá kongi, og vanligu forðingarnar vóru tann lokala jørðeigandi stættin. Ein høvuðshending í hesi broytingargongdini er stovnsetanin av amtmansembætinum í 1816, sum var byrjanin til eina miðsavnaða lokala fyrisiting. Seinni, tá ið í danska grundlógin frá 1849 varð sett í gildi, var tann fyrsta demokratiska samkoman í Føroyum vald. Hartil kom, at grundlógin ikki gav rúm fyri kongaliga einahandlinum; hann var avtikin í 1856.

 

Summary

In the 19th century the population of the Faeroe Islands grew from 5,200 in the 1801 census to 15,200 in the 1901 census. The leading question in this paper is derived from this fact. What was the material and ideological background for this profound change that caused changes in all parts and corners of the society? This leads to the problem definition: ”Where did the new things and thoughts come from, and who came with them?” Theories on innovation and diffusion are implemented in the analysis. In the 1st section of the paper the situation in the Faeroese society is described with concrete examples. The 2nd section applies the diffusion theory with the concepts carriers and barriers. The 3rd section adds the concepts base and superstructure that are coupled with the already mentioned concepts in the second section. In the 4th section some concepts and methods from economic geography, population potential and threshold values are presented and used. In the ending an effort to quantify the innovation process is presented. This leads to a recapitulation of concepts in the foregoing sections, but also to new questions as the result of these, especially figure 4, are unforeseen and provoking. A society as the Faeroese, tiny in scale and remote in location, and therefore with a low population potential, cannot be expected to produce many ”things and thoughts” by itself. In the 5th section some local persons of virtue are mentioned, as well as a row of civil servants who all came from mainland Denmark. These were carriers of ideas from the European enlightenment movement and other ideas that widened the material base of the growing population. The legal base, laws and statutory elements, that changed the possibility for the landless class to acquire land came from outside, from the King, and generally the barriers were the local land-owning class. A main point in this process of change is the introduction of the Amtmand, the Governor of Prefect, in 1816, that was the beginning of the setting up of a local centralized administration. Later, with the Danish Constitution coming into force in 1849, the first democratic assembly on the Faeroe Islands was elected. Further, the Constitution had no place for the Royal Monopoly Trade; it was abolished in 1856.

 

 

0. Inngangur

Greinin er eitt ískoyti til at avklára spurningin um, hvat ið setti gongd á samfelagsligu umbroytingina í Føroyum, sum hendi í 1800-talinum. Henda grein leggur tó mesta dentin á fyrru helvt av øldini. Besta tekin um eina nýggja tíð, kann lesast í fólkatalinum, sum mesta av 1700-talinum vaks spakuliga við 0,4% p.a., men um 1810-20 øktist hetta tal brádliga til 1,4 % p.a. (Guttesen 2010:58). Hygg eisini fig. 1. Men hvat var tað, sum setti hetta í gongd? Hvat var grundarlagið?

Problemið er at fáa greiðu á spurninginum: “Hvaðani komu nýggju tingini og tankarnir, hvør kom við teimum?” Spurningurin um nýggj ting og tankar, sum koma í uppá onkran máta, ger tað neyðugt at taka upp nakrar teoriir um hetta evni; tvs. teoriir um innovatión og diffusión. Hetta er eitt stórt evni, og fyri at gera tað møguligt at arbeiða við teoriunum, er tað neyðugt, so vítt gjørligt, at operationalisera tær, ella at gera tær ’arbeiðsligar’. Í 1. deild verður samfelagsliga støðan lýst við fleiri konkretum dømum, sum skula gera tað møguligt at brúka teoriina analytiskt, til at strukturera arbeiðsspurningarnar og framferðarháttin. Tí kemur ein 2. deild um diffusiónsteori við hugtøkum sum ”carriers and barriers”. Hesum næst kemur 3. deild við hugtøkunum undirlendi og huglendi, sum skal skiljast sum ein roynd at brúka og breiðka hugtøkini í 2. deild. Í 4. deild koma nøkur hugtøk úr økonomiskari geografi aftrat: potentialið og gáttvirði. At enda í 4. deild verður ein roynd gjørd at kvantificera innovatiónsrenslið, sum bæði ger ein samandrátt av tí sum er lagt fram, men sum eisini stillar nýggjar spurningar, tí úrslitið av kvantificeringini vísir seg at vera heldur óvæntað.

At nærkast eini avkláring sigur so mikið, at eingin endalig loysn ella einfalt svar er funnið, millum annað tí, at problemið um samanhangir í samfelagnum helst ongantíð er nakar mekaniskur ella einfaldur samanhangur, men er so kompleksur og broytiligur, at ein teori í hesum sambandi bert kann hava heuristiska ella leiðbeinandi funktión.

 

1.  Samfelagsliga støðan í Føroyum fyrst í 1800-talinum

1.0 Samfelagsskipanin

Samfelagsskipanin í Føroyum kann seinast í 1700-talinum kallast okkurt millum feudal ella hálvfeudal. Feudalisma er sambært Glennie (1994:198):

In its most general sense, feudalism possesses … two component social groups. One group comprises direct producers (peasents, broadly speaking) who maintain direct (i.e. non-market) access to the means of production (land, tools, seed-corn and livestock), even though they may not legally own them (especially land) . Direct producers are subject to politico-legal domination by a second group, of social superiors who form a status hierarcy headed by the monarch.”

Tað, sum hevur týdning her er, at tað verður sligið fast, at monarkurin, kongur, hevur ovastu maktina. Í Føroyum var helvtin av jørðini kongs, hin helvtin óðal, men báðir partar guldu ymsar skattir til monarkin. Tað status-hierarkiið, sum Glennie nevnir, hevur monarkin ovast. Víðari skrivar hann: “Vassalage was an intra-elite relationship by which a subordinate vassal held landed property…” Hesir nevndu “vassallar” svara til tað, sum kendist í Føroyum, har harramenn fingu landið í len frá kongi, til dømis Gablarnir fram til 1709, tá monarkurin sjálvur  yvirtók bæði handil og len. Lensharrarnir vóru í landinum umboðaðir av fúta og sýslumonnum, hvørs høvuðsuppgáva tað var at halda skil á jørðini, at føra jarðarbøkur og at uppkrevja skatt.  Víðari kann man siga, at hetta er struktururin, sum skuldi brótast niður, um fríhandil og frítt vinnulív skuldi vinna fram.

 

1.1 Grundleggjandi broytingar í 1800-talinum

Hendan greinin er ein partur av einum søguligum-geografiskum projekti um tær samfelagsligu broytingar, sum fara fram í 1800-talinum. Hovgaard (2014) hevur í stuttari grein í ”Frøði” greitt frá hesum projekti og hvørjir grundtankar liggja í tí. Í stuttum kann henda stóra umbroytingin sigast soleiðis, at í teim 100 árunum, millum umleið 1800 og 1900, trífaldaðist fólkatalið, frá 5.200 til 15.200. Spurningurin verður her so líkatil: Hvussu kundi hetta henda, hvat var grundarlagið?

 

Figur 1: Fólkatalið í Føroyum 1720-1830. Vísir tíðina, tá tað fór at vaksa av álvara, umleið 1810-20. Kelda: Garði (1984).

 

Tann berandi vinnan var fyrst í 19. øld landbrúkið við smáum og stórum kongs- og óðalsgørðum. Men tá øldin var liðin var nakað nýtt komið aftrat. Vinnan var tá sluppfiskarí, fiskavirking, útróður og traðarbrúk, handil og annað, umframt tað gamla landbrúkið. Henda broyting í fólkatali og vinnu hevði eisini við sær broyting í búsetingarmynstrinum. Í 1800 vóru bygdirnar (Havnin frároknað) Sandur og Hvalba tær størstu, og tær vóru eisini tær størstu markatalsbygdirnar; í 1900 vóru Tvøroyri og Eiði tær størstu, har høvuðsvinnan var ávikavist sluppfiskiskapur og útróður. Hetta er sjálvt undirlendið í samfelagnum ella basis, sum broytist, og spurningurin er, hvat ella hvør setir hetta í gongd?

Uttanfyri sjálva framleiðsluna og tað, sum hartil hoyrir, henda nógvar aðrar broytingar, viðvíkjandi skúlaskapi, upplýsing (bókasøvn), religión, heilsuverki, demokrati við atkvøðurætti, politiskt medvit, tjóðskaparrørsla og mangt annað. Alt hetta seinast nevnda kann sigast at fara fram í fyrsta lagi í hugaheiminum hjá fólkinum.

Ein umráðandi spurningur verður tí at greiða, hvussu bleiv alt hetta sett í gongd. Eg meti at ein tann týdningarmesti spurningur í hesum sambandi er at seta soleiðis, sum ein undirspurningur til problemformuleringina allarfyrst í greinini: Fólkatalið trífaldaðist í hesum 100-ára skeiði – hvørjum livdu øll hesi fólkini av? Sagt á ein annan hátt, og byggjandi á tað, sum vit longu vita, t.d. í Guttesen (1987 & 2010), so er ein høvuðsspurningur, hvussu lendi bleiv tikið inn og velt til traðir. Hvør átti tað lendi, sum traðarmenn leigaðu ella keyptu? Hvør skipaði fyri hesi “ognartøku”, um tað er tað rætta orðið?

 

1.2.1 Um ”Forordning af 21. Mai 1777”

Degn (1945:5) nevnir, og Sedal (1983:54) tekur undir við honum í hesum sjónarmiði, at helst er fyrsta fyriskipanin, sum roynir at fáa meiri jørð dyrkaða og meira korn velt, tann sum nevnist “Forordning af 21. mai 1777.”  (Hygg t.d. Forordning (1777). <History.fo>). Tað er hendan, sum eisini – misvísandi – kallast ”trælalógin”. Eg meti hana meiri at vera ta fyrstu ”arbeiðsmarknaðarlóg” í Føroyum, sum fastsetur rættindi og skyldur hjá báðum pørtum, bóndanum og tænastufólkinum. Í síðsta enda er málið við lógini at fremja framleiðsluna í landinum og at tryggja bøndunum arbeiðskraft. Hesum gevur Dalsgaard (1996:40-42) eina klára mynd av, og setir hana inn í tíðarkontekstin soleiðis: ”Hendan fyriskipan er enn eitt av mongu dømunum um, at rivur eru komnar í bóndasamfelagsins búskaparliga, sosiala og demografiska bygnað longu í 18. øld.”

Dentur verður ofta lagdur á tær avmarkingar, sum lógin leggur á fólk, sum vilja gifta seg. Madsen (1999:88) sigur, at ”Forordningen:” … imødekommer embedsmændene, herunder også præsterne og kongsbønderne, således, at ingen må gifte sig og stifte familie, hvis han ikke har så meget jord til rådighed, at han kan føde en familie.”  Debes (2000:188) sigur millum annað: ”Nú komu eisini strangar reglur, sum skuldu forða fyri, at almúgufólk giftu seg fyrr enn tey fyrst høvdu tænt bóndunum.”

Eg meini at báðir høvundarnir og aðrir við – so ella so – projicera nútíðar tankagongd og politisk korrekta hugsan aftur í eitt samfelag, sum var statt í einum øðrum politiskt-samfelagsligum høpi. Í veruleikanum vóru fleiri ymiskir møguleikar. Paragrafur 8 í ”Forordning” sigur um møguleikarnar at giftast:

enten at de af egen Eiendoms- eller Fæstejord besidde ½ á 1 Mark, eller at de have nogen anden lovlig Nærings Vei, eller og at de paa begge Sider have i 4 Aar eller længere tient paa Landet. … Saa ville vi og allernaadigst være betænkt paa, at duelige nygifte Folk, som ere trængende, enten forskaffes et stykke Jord at dyrke eller anvises anden lovlig Næringsvej.” (Mínar undirstrikingar)

Tað seinasta brotið í § 8 citatinum omanfyri fær konkret innihald longu í 1780 við eini kongaligari samtykt, sum Dalsgaard (op. cit) endurgevur soleiðis:

”Við kongaligari samtykt frá 10. apríl fáa kongsbøndur loyvi at lata øllum synum sínum jørð av haga til dyrkingar. Hetta var helst ein fylgja av hjúnarbandsreglunum í fyriskipanini frá 1777. Við hesum bar til at tryggja ognarleysum bóndasynum ræt at gifta seg, samstundis sum bøndurnir trygjaðu sær støðuga arbeiðsmegi.”

 

1.2.2 Bræv frá Kongi 1780

Men endamálið hjá lóggevaranum, Kongi, kemur heilt týðiliga fram í brævi frá 7. juni 1780 (LSS-3), har kongur harðliga fýlist á, at tað gongur ov seint.

”Som der for at see bragt til Opfyldelse det i Vores Forordning af 21. May 1777 den 8. art. givne allernaadigste Løfte, at duelige nyegifte Almuesfolk paa Vort Land Færøe, som ere trængende, kunne vente dem saavidt mueligt og Landets Leylighed det tillader enten skal vorde anskaffet et Stykke Land, eller anvist anden lovlig Næringsvey.”

Av hesum verður gjørt greitt, at nýgift hava rætt til at fáa ávíst antin jørð at dyrka ella annan vinnuveg. Kongaliga brævið nevnir, at man hevur biðið løgmann og fúta um at gera eitt álit, men:

”… men det som derudi er foreslået, gaar ikkun ud paa, at saadanne Fattig Folk ikke kunne rydde eller optage Pladser i Udmarken uden Kongelig støtte til Huusebygning og Qvægets Anskaffelse.”

Skrivað verður, at løgmaður Jacob Hveding og fúti Wenceslaus Hammershaimb hava sitið hendur í favn: ”… eyheller har vore Betiente fundet sig i Stand til, herom at give noget bestemt Overslag, men alene i Almindelighed givet deres Tanker tilkiende.” Men ein kommissión skal setast við, og umframt Løgmann og fúta, skula har sita sóknarprestur, sýslumaður og tveir álítandi bøndur ”paa ethvert Sted” og teirra kommisorium skal vera: ”at undersøge og bringe i Forslag, hvorledes Fattige nye gifte, der paaa Landet kunne nyde Understøtning og blive forhjulpne til Jordbrug med videre.”

Samanfatandi kann sigast, at skipanin – Forordning – hevur tvær síður, har tað ræður um fátæk ella ognarleys fólk. Fyrst skylda – nakað av jørð ella 4 ára tænastu. So rættindi – fáa jørð ella annað arbeiði ávíst.

 

1.2.3 ”Forordning” sum jarnbrot at fáa ognarleysum jørð

Tað eru eisini dømir um, at ”Forordning af 21. Mai 1777” bleiv brúkt sum argument ella hóttan móti trekum bøndum, tá jørð skuldi útvegast til nýdyrking av traðum til tey ognarleysu. Helgi Jacobsen, rithøvundur, hevur víst mær á eitt dømi av Toftum, har Pløyen – sum tá í 1835-36 var Fúti, men samstundis konstitueraður sum Amtmaður – royndi at fáa kongsbøndur at lata nakað av haganum til ognarleysar familjur. Pløyen skrivar soleiðis til Canceliið, har hann umtalar tveir nýggjar traðarmenn. Um annan sigur hann soleiðis:

”Ole Christiansens opdyrkning er derimod ny, og jeg har selv, medens jeg i året 1835-36 var constitueret Amtmand, forskaffet ham de nuværende Leilændingers Samtykke til at indhegne og opdyrke Stykket; det var kun med megen overtalelse og ved at forholde dem Bestemmelserne i Fdgn (Forordningen, RG) af 21. Maji 1777, § 1 og 8, at det endelig lykkedes mig, at bevæge dem dertil” (RA-1).

Hetta kann sigast at vera klár tala. Paragraffar í ”Trælalógini” brúktir sum argument at fáa bøndur at lata jørð burturav festinum, so menn og familjur teirra kundu loysast úr trældómi.

 

1.2.4 Hvussu virkaði skipanin?

Man kann seta spurningin: Virkaði hendan skipan soleiðis, at tað vóru færri hjúnarbond og barnsburðar enn fyrr? Eina ábending kunna vit fáa við kanna figur 1 við fólkatalskurvuni. Har eru tvær lægdir í kurvuni, onnur hevur minimum í 1775, sum liggur áðrenn umrødda skipanin var til. Hin er í 1781-82, sum fyri ein part má skyldast, at ein hervilig meslingaepidemi gekk hesi árini. Aftaná hetta, umleið 1783-1800, er vøksturin í fólkatalinum størri enn meðal, sum er víst á grafinum. Og aftaná 1810, meðan skipanin enn er galdandi, tekur fólkavøksturin dik á seg. Spurningurin stingur seg upp nú: Hevur ”Forordning” bara skrásett gamlar siðvenjur viðvíkjandi hjúnarbandinum, ella kanska enntá lætt um møguleikarnar at seta búgv og giftast?

Tann fyrsti paragrafur sigur, at sýslumenn og kallsmenn skula ansa eftir, at landið verður dyrkað uppá best møguligan máta. Um nakar, sum: “besidder til Agerdyrkning beqvemme Pladser, at have været forsømmelig i at dyrke sin Bøe eller Agerjord, have Sysselmændene pligt til for Landfogeden” at melda hetta. Men hetta er ikki nóg mikið, bøndur skula leggja nýtt lendi til akurjørðina, so: efter hvert Stæds Leilighed og Omstændighed efter haanden at see endnu meere Korn-Land optaget.“  Sýslumennirnir skuldu aftaná hesa “Forordning“ føra sokallaðu Politi-protokollirnar. Norðoya sýslumaður skrivar í protokollini soleiðis fyri 1781 (Guttesen 2009a):

Hvad Agerdÿrkningen anbelanger, da sÿnes det at alle og eenhver giöer deres beste til, at legge sig Jo mere og mere efter at dÿrke deres saakalte Böe her i Sÿsselet, og siger de at de gierne saa, at de kunde, som de gierne vilde, giöre det endmeere; Men at det eÿ er skeet som de önskede er aarsagen eendeel denne, at paa mange Stæder fattes der Giödning; som de eÿ kand bekomme, som de gierne vilde. Paa mange, ja næsten paa alle steder fattes der Arbeidsfolk til samme at giöre.”

Fyri 1792 skrivar hann soleiðis, og hetta er ein formulering, sum ofta gongur aftur komandi árini:

Ved Omreise I dette aar 1792 til Hans Maÿsts Tiende oppebærelse har Jeg eÿ andet kunde erfare end at de fleste her i Norderöe har veltet og Dÿrket sin Böe i dette Aar Ja end mere end i de forrige Aaringer, og besÿnderlig i Svinöe hvor de har veltet mere end  maadeligt.”

So ganga árini, og notatini í Protokollini líkjast nógv. Tó merkist ein framgongd í huginum at velta meira tey seinnu árini, helst umleið 1820-30. Men munur er eisini á, hvussu sýslumennirnir eru, hvørt teir hava hug at skriva. Í Norðoyum er P.W. Gierdum, eisini skrivaður Poul Jacobsen (1720-1802), sýslumaður fram til 1802, tá hann biður um at sleppa frá vegna aldur, og Samuel Michael Matras kemur í starvið. Man fær varhugan av, at Matras hevur góðan hug og evnir at skriva og greiða frá. Í 1830 hevur hann hesa frágreiðing, har vit leggja merki til tað, sum verður skrivað um ”smaae Lodseyere”:

Angaaende Agerdyrkningen: da drives samme med sædvanlig Fliid, med hensyn til Kornavl, der icke er mindre end forhen, uanset at Kartöffel avlen der nu overalt er brugelig, og paa nogle steder især er temmelig tiltaget og udviidet, i hvilken anledning der, ved de allerfleste Böigdelauge er indhegnet stykker af Udmarken til dÿrkning, da adskillige af de smaae lodseÿere, have kæret sig over, at de af mangel på sædejord, icke kunde faae dÿrket hvad de vilde og behövede, saa er dog denne optagelse af Udmarken her i Sÿsselet for det meste liden og indskrænket, deels formedelst stædernes bekaffenhed, deels og ved de större Lodseÿeres indvendinger mod samme. I övrigt med hensyn til Kornagrene, tegner det maadelig, og deels til liden Frugt.

Vit fáa her at vita, at eplaveltingin, sum serliga smámenn hava roynt, hevur verið til frama fyri nýdyrking, og haraftrat, at teir “større Lodseyere”, sum munna vera bøndurnir, hava verið ímóti eplavelting í bønum.

 

1.3 Um Bátsbandið

Bátsbandið var ongantíð skrivað niður, men virkaði sum ein óskrivað lóg. Tað álegði jarðareigarunum í bygdunum at halda stóran bát, tvs. 6- ella 8-mannafar, og aðrar menn í bygdunum at manna hesar bátar eftir serligum reglum. Hetta evnið er væl og virðiliga viðgjørt hjá Mortensen (2000:217-229). Ofta verður hetta bátsbandið umtalað sum nakað ringt, nakað sum tvingaði fólk at manna bóndans bát. Henda óskrivaða lóg hevur sínar røtur langt aftur í miðøld, og Mortensen (2000:224) sigur, at ”bátsbandið í sínum uppruna hevði eitt heilt annað endamál enn heimstaðarbandið (Stavnsbåndet, RG) í Danmark, nevniliga at fremja samhaldsfestið heldur enn eyðræning.” Hann heldur fram á p. 225: ”Endamálið við skipanini tykist tískil at hava verið at fremja samhaldsfesti heldur enn sjálvdrátt í bygdasamfelagnum.” Men hóast hetta, so elvdi skipanin ofta til stríð. Í tingbókunum eru nógv rættarmál um bátsbandið. Í 1800-talinum má skipanin – í flestu bygdum – metast at verða ein forðing fyri at tey nógvu nýggju húsarhaldini kundu fáa egnan bát. Skipanin gav ikki rúmd fyri einstaklinga framfýsni, og soleiðis kom ein gomul siðbundin skipan at stríða ímóti og at vera ein forðing fyri menning og innovatión.

 

1.4 Hvat fekk stjórnina at koma við “Forordning af 21. mai 1777”?

Fyrst er at siga, at í Danmark var hetta tíðarskeiðið í seinnu helvt av 1700-talinum tann stóra broytingartíðin í høvuðsvinnuni, sum var landbrúk. Landsbygdirnar høvdu frá gamlari tíð verið grundeindin í samfelagnum. Men, sum Porsmose (2008:121) tekur til:

“Udskiftning og opløsning af landsbyfællesskabet, udflytning af gårde, en begyndende overgang fra fæste til selveje, introduktion af nye redskaber, nye dyrkningssystemer og tilmed nye vigtige afgrøder som kartofler og kløver forandrede hverdagens landskab, nogle steder til ukendelighed.”

Hetta, og haraftrat tann tá ráðandi tíðarandin, sum var Upplýsingartíðin ella ”La Project moderne”, man hava ávirkað menninar, sum millum annað við nevndu “Forordning” royndu eitt lítið fyrsta stig til at gera landbrúkið í Føroyum meira produktivt og rentabult. Korsgaard (1982, citat eftir Sedal1983:56):

“Hosebinding krævede hverken kapital eller nogen større teknik, og de gode afsætningsforhold satte derfor de mindre jordbesiddere og de jordløse i stand til at stifte eget hushold og ernære sig ved hosebinding, hvis de ellers kunne skaffe sig den nødvendige uld… Problemet med at skaffe uld blev imidlertid større og større. Allerede i 1740’erne sendtes der ikke længere uld med handelen, og i begyndelsen af 1770-erne ramtes fåreavlen af dårlige år med påfølgende nedgang i uldmængden.”

 

Sedal (1983:53) hevur eina skilagóða forkláring uppá tað, sum helst lá aftanfyri av tankum í hesi nevndu “Forordning.”

“Motiverne bag forordningen af den 21. mai 1777 er tilsyneladende, at man har villet forbedre den færøske agrarøkonomi ved at fremme jordopdyrkningen og intensivere kornavlen … En væsentlig del af forklaringen skyldes, at Færøerne siden 1709 havde været underlagt et handelsmonopol, den såkaldte Kongelige enehandel.“

Handilin hevði fastar takstir, sum vóru galdandi í 100 ár, frá 1691 til 1790. Við hesum var prísurin á neyðsynjarvørum, sum korn, lágur. Hinvegin var prísurin á føroysku útflutningsvøruni, sum í fyrsta lagi var hosur, settur lutfalsliga høgt. Korsgaard (1982:21) sigur: “Ved taksten af 1691 var uldprisen blevet sat alt for højt, langt over prisen paa verdensmarkedet, og mens de fleste øvrige varer gav fortjeneste, bragte ulden store tab.”

Úrslitið av hesum príslegum á ávikavist korni og ull var, at tað kom at fremja hosubindingina, sum loysti seg væl, men minka um kornveltingina, sum var arbeiðskrevjandi, stravin og hartil ójøvn til frukting. Korsgaard (1983:23) vísir á, at innflutningurin av korni vaks frá umleið 2000 tunnur árliga fyrst í øldini, til 4000 tunnur í 1750 og nakað tað sama í 1770. Hinvegin vaks útflutningurin av hosum í stórum. Av hálvfínum, longum hosum vóru tølini fyri ávikavist 1720-1725 og 1766-70 í alt 135.000 og 209.000, og fyri stuttar hálvfínar hosur fyri somu ár: 5.500 og 385.000 hosupør. Tað arbeiðsekstensiva seyðabrúkið í haganum og hosubinding varð tikið framum ta arbeiðsintensivu kornveltingina í bønum.

 

1.5 Dømir um støðuna sum heild. ”Indberetning 1831”

Tær nevndu ”Politi-protokollirnar” kunna síggjast sum eina roynd uppá at fáa tiltøkini í ”Forordning af 1777” at virka. Sýslumenn skuldu rapportera til tingið, fútan ella seinni amtmannin um gott og minni gott í landbrúkinum. Men í 1830 gevur Tillisch amtmaður eina ”Amtsordre” har tað verður kravt, at sýslumennirnir rapportera, senda ”Indberetninger”, eftir einum føstum leisti, fyri hvørt hálvárið: summar og vetur. Hvussu støðan var og hvat hendi viðvíkjandi: sjúku, seyði, neytum, hoygging, korn- og eplavelting, fuglaveiðu, fiskiskapi og ”Uorden”. Hesar Indberetninger, tó ymiskar í dygd sum vera man, eru framúrskarandi keldur til at lýsa støðuna, sum hon var tá. Her skal eg brúka rapportina hjá Zachariasen sýslumanni í Vágum frá 1831, sum gevur eitt frálíkt bílæt av støðuni og av ymiskum tiltøkum og møguleikum. Her brot úr Vaagøe Syssel (Guttesen, 2009b): Viðvíkjandi uppdyrking:

“Vel er i de sidste 12 og helst de seneste 5 Aar, især i Midvaag og Sandevaag samt tildels i Bøe-Sogn og Sørvaag skeet betydelige Markers Indhegning og Opdyrkning hjemme ved eller i Nærheden af selve Bygderne. - Men i bemældte Bøigdelauges fraliggende Hauger var der adskillige formentlig opdyrkelige store og gode Pladser, hvilke ikke til Opdyrkning eller Nedsættelse ere blevne optagen, og som een deel Eiere ikke skal ville tillade de Fattige, hvis aarsag ei alene Faarerøgten der, saalænge denne Mangel finder Sted, er meeste Besværlig og mindste opnaaes, og altsaa Faarene af Mangel paa Høeanskaffelse, til hjælp om Vinteren, samt de dem fornødne Huse eller Folder med Tag, som Erfaring lærer næsten aarlig for en stor Deel af Sult og begraves under Sneen: ja almindeligvis hvert 10de eller 12te Aar nær ødelægges, men følgelig ogsaa Agerdyrkningen og Quægavlens Fremme og mulig meget betydelige Forøgelse hindres, og mange duelige Fattige, især ny Familier nægtes Leilighed og Udsigt til Driftighed i den almennyttige Næringsgreen!

Ja, at Udflytningen fornemmelig med Hensyn til Faarerøgtningen Høehjælp til samme, ere nødvendige for at hvert Bøigdelaug heri Sysselet, samt at Opdyrkningen nu ved tilstrækkelige Udflytninger vilde kunne blevet flere Gange saa store som de gamle Indmarker, og tillige om Vaaren til stor Fordeel for Faarene, tror jeg: at Deres Høivelbaarenhed, som med Indsigt kjender Localbeskaffenheden og Jordbrugets hensigtsmæssige Indretningsmaade, gunstigst ville bifalde. Ligesom det og er Høyvelbaarne Herr Amtmand bekjendt, at heri selve Bøigderne eller i Nærheden af dem, ikke ere flere beqvemme Pladser af Betydenhed, til Opdyrkning end de dertil allerede indtagne eller udviiste.

Og næsten enhver Huusmand i Sørvaag ønsker sig endnu Mere udviist til Opdyrkning af Udmarken; da det dem af Haugeeierne Udviiste allerede er blevet opdyrket og er alt for lidet. –“

Hetta eru langir og innviklaðir setningar, har hann roynir at fáa alt við í senn. Tað er í stuttum: Nógv er longu lagt inn rundan um tann gamla bøin í bygdunum, men tað gongur striltið at fáa fólk at seta seg niður burtur frá bygdunum. Bæði kongs- og óðalsbøndur eru ímóti. Nýggjar búsetingar høvdu lætt og bøtt um seyðarøktina, og skaffað meira hoyggj, sum man kundi givið seyðinum, tá veturin var ringastur. Tað mangla eisini seyðahús.

Sýslumaðurin hevur á sínum tænastuferðum í sýsluni serliga spurt eftir,  um nakar kundi hugsa sær at sett seg niður í “fraliggende Hauger”. Hann hevur “opmuntret” bæði kongs- og óðalsbøndur, men uttan úrslit. Hann skjýtur upp, at fátæk fólk, sum ikki eiga ½ ella 1 mørk, sum “Forordning” krevur, skulla sleppa at giftast, um tey vilja seta búgv í nýggjum niðursetubygdum. Hann skrivar:

“I underdanigst Følge og paaberaabende mig Det høie Amts gunstige Ordre, har jeg overalt i Øen Erkyndiget mig, om Nogle skulde have Lyst til Udflytninger i de fraliggende Hauger, samt dertil ved Fremstilling om den belovet passende Belønning, saavel som om de øvrige af dem muelige Fordele: Opmuntret saavel Kongsbønderne som de private Eiere, men forgieves, med undtagelse af de faa der have ansøgt om Deres Høivelbaarenheds naadigste Tilladelse at maatte nedsætte sig paa Slættenæs, samt enkelte i Gaasedahl; men hvilke sidste ikke dertil synes at have nogen fast Bestemmelse, da de ere alt faa.

– At de ommeldte Ansøgende ere fattige; og altsaa til Udflytningens Iværksættelse vilde trænge til allernaadigste Understøttelse, og at det vilde være Hensigtsmæssigere at de havde blevet flere, er forhen ved min underdanigste Bemærkning blevet Herr Amtmand bekjendt.

– Følgelig formodes ikke Udflytninger at ville blive betydelige eller almindelige heri Sysselet, saalænge det ikke udtrykkelig er befalet Leilændingene at deltage eller lade deltage i samme, samt: at Ægteskaber for dem af Landstanden, der ikke eje eller have Fæste paa ½ eller 1 Mark Jord, eller have erholdt Amtets Bevilling til at opdyrke en saadan Plads, i almindelighed ikkun maatte tillades under Betingelse, at nedsætte sig paa et, efter høibemældte Amts Ordre, udvisende Sted i Udmarket.”    

 

Seyðahús brúkti man ikki fyrr, men tað ljóðar eftir hesum, sum tey fyrstu nú eru komin í Vágunum, eitt í Bø, og 2 í Gásadali. Men eingi í hinum bygdunum:

“Kongsleilændingene Zacharias Heinesen, som Hovedmand, Joen Guttesen og Heine Jensen i Bøe have for henved 8 Aar siden opført et velindrettet Faarehuus og indtaget 2 Stkr af Udmarken til Opdyrkning, hvert at omtrent 1 Indengaardsmarks Størrelse, det ene i nærheden af Huset og til Høehjælp for Faarene, og det andet hjemme ved Bøen. – Hegnet er opsat af Steen og det Første i ganske god Stand. Den flok, som søger samme Huus, har siden i de strenge Vintre været ganske vel i Behold. Derimod ødelagdes de der forhen, i hver endog meget mindre stræng Vinter. – I Gaasedahl er senere af fælles Ejere blevet opført 2 Faarehuse, ligesom der og kommer Faarene til Hjælp med Høe, skiøndt der ikke i den Hensigt er optagen Udmarksplads til Dyrkning. – Flere Faarehuse existerer endnu ikke i Sysselet, uagtet jeg overalt i samme har bekjendtgjort, den af det Kongelige Landhusholdning Selskabs, for opførelse udlovede Understøttelse.”

Niðurstøðan av hesum er, at nakað nýtt hendir í hesi tíð, ábøtur og nýbrot. Sýslumenn og amtið skunda undir, meðan tann gamli valdandi klassin av bóndum, sjálvandi við undantøkum, andøvdu ímóti, men tey ognarleysu royndu at fáa meira lendi at velta.

 

1.6 Nøkur dømir um uppdyrking

Her skula nøkur dømir nevnast, sum hvørt sær lýsir nakað um, hvussu tiltøkini vóru sett í gongd, hvør ið luttók, og hvørji problemini kanska vóru. Nettupp dømið um uppdyrking og niðursetubygdir, skal vera eitt tema, sum verður tikið upp seinni, og ein roynd verður gjørd at kvantificera og generalisera hetta tema.

 

Figur 2: Ovara kurvan vísir tað akkumuleraða talið av niðursetubygdum í Føroyum. Niðara kurvan vísir talið av bygdum, sum komu aftrat í hvørjum 10-ára skeiði. Kelda: Madsen (1999), Sedal (1983), Petersen (2015) og egnar upplýsingar, RG.

 

1.6.1 Dømi: Skansatraðirnar. Degn (1945:3-4) sigur frá:

I 1797 ansøgte Kommandant Kühn Rentekammeret om, at et østen for Skansen liggende Stykke Jord paa ca. 3 Tdr. Land maatte overlades til Garnisonen (37 mand) til Kartoffelavl … Efter at disse (i.e fæsterne) havde erklæret sig villige til at afstaa det ansøgte Jordtykke, blev den mellem dem og Kommandanten aftalte Leje, 2 Gl. (1 Rd. 64 Sk) aarlig, den 27. April 1799 approberet af Rentekammeret.”

Men Degn heldur fram: “Allerede inden Garnisonen var færdig med Opførelsen af Gærdet, syntes det som om Fæsterne … fortrød, at de var gaaet ind paa at overlade Soldaterne Trøen. Hóast bóndin hevði leigað traðirnar út til soldatarnar, so vildi hann sleppa at gera, sum hann plagdi. Tá hann 6. juni 1799 skuldi reka seyð á rætt, var hann “med sine Fjeldfolk gaaet til rættina og ved denne Lejlighed selv gaaet tværs over et ved denne liggende Jordstykke, hvori der var saaet Roer. Hendingin bleiv meldað til Fútan, men søgan endurtók seg, hóast skarpar ávarðingar, tvær ferðir. “Følgen blev da ogsaa, at de alle blev anholdte og atter maatte tilbringe nogle timer i Arresten.” Degn (1945:12) heldur orsøkina vera, at bøndurnir hava tvíhildið um gamlan rætt og sið:

“Aarsagen til den Uvilllie, Fæsterne udviste overfor de nye Brugere af Skansetrøen, maa vel først og fremmest søges i deres medfødte Utilbøjelighed til at forsone sig med Tanken om, at nogen Del af Gaarden … skulde gaa over paa fremmede hænder, saa de ikke længere beholdt deres Rettigheder ubeskaarne. Særlig har de været bange for at gaa tabt af Vintergræsningen for Faarene.

 

1.6.2 Dømi: Nesið í Kvívíkshaga. Longu í 1807 eru ætlanir um at flyta ein kongsgarð úr gomlu bygdini Kvívík til eitt pláss, Nesið, haðani tað var høgligari at røkta hagan, sum lá til hetta kongsfesti. Tað er bóndin Daniel J. Johannesen, sum søkir um stuðul til hesa flyting, og vit síggja at Löbner, kommandantur og fungerandi amtmaður, gevur Stiftamtmanninum hesa umsókn sítt besta viðmæli. Brævið frá Löbner sigur eisini nógv um tankagongdina, sum liggur í hesi roynd (LSS-1:102-103):

Hvad Supplicanten andrager om Gaardens Udmark langt fraliggenhed fra hans Bøigd, og at han ei i Uveir om Vinteren, da det meest behøves, kan tilsee og rygte sine Faar, og der udover ofte maae lide stort Tab og Affald paa Faarene, er ligesaa almindelig bekiendt, … vi ogsaa i Særdeleshed kan bekræfte dette ved at medføre Sandheden. – Ved at nedsætte sig paa Udmarken Udi Næs kaldet, opnaaede han ei alene den vigtige fordeel i Nærheden at kunde rygte og tilsee sine Faar og derved forebygge meget af sit Tab, men ved at indtage og dyrke den især til Indmark bequemme Plads, vilde han ogsaa sættes i Stand til at udbrede sin Korn og Høeavling, og overhoved ved Flid og Vindskibelighed, om ikke for sig selv, saa for sine Efterkommere tillvide Gaarden betydelige Fordele. – Da Supplicanten desuden er os bekiendt som en duelig og stræbsom Mand, men denne Forflytning vilde medtage flere Bekostninger, end hans Ævne tillader, saa skulde  vi til D.H.S. (Det Høye Stift, RG) indstille, om det maatte behage Dem at anbefale denne hans allerunderdanigste Ansøgning om Understøttelse til Hjemsteds-Opbyggelse og Forflyttelse, maae han i Forveien, som han allerede er anmodet om, men ei har været at formaae til at bestemme, gives en bestemt Sum, som kunde medgaae til disse Omkostningers Bestridelse; dog med den udtrykkelige Betingelse, at Supplicanten naar han Udi Næs havde indtaget og opdyrket en Bøe, at han da med Alt flyttede til samme Sted, og at den nu i Quivig beliggende Indmark, som han for Tiden beboer, tilstædes fattige Almues Mænd til videre Bearbeidning, imod at svare de af samme paabudne Afgifter.  Terminen til denne Forflytning, Indtagning og Oparbeidning af en Indmark Udi Næs maate da ved for Supplicanten ansættes til 10 a 12 Aar. – “

Eitt bræv í somu kopibók, 6. mai 1809, bendir á, at Daniel J. Johannesen er fluttur í 1809. Tá verður Joen Jacobsen, Hetler, í Kvívík valdur sum kirkjuverji, tí fyrr nevndi er fluttur úr bygdini. Men óvist er, um hann fór, tí hvørki Degn (1945) ella Sedal (1983) nevna nakað um hetta.

 

1.6.3. Dømi: Slættanes.  Í 1835 kom fólk at búgva á Slættanesi. Petersen (1963:336) skrivar soleiðis: Sandavágsmonnum dámdi illa, at fólk kom á Slættanes at búgva, og teir stríddust ímóti tí so leingi, sum teir kundu, men Plöyen kom Heindrikki (t.e. Hendrik Thomassen) til hjálpar, so tað eydnaðist honum at sleppa norður.” Plöyen, sum tá var fúti og soleiðis millum annað hevði umsitingina av kongsjørðini um hendi, bar so í bandi, at Hendrik fekk 30 Rdl í studningi frá Rentukamarinum, sum hjálp at flyta norður.

Men eitt vandamál var fólkatalið. Fyri at kunna virka sum bygd, kravdist eitt vist fólkatal, til at manna bát, til fjallgongu. Zachariassen sýslumaður í Vágum skrivar í “Indberetning” í 1837 um hetta. Hann sigur um Slættanes og Víkar soleiðis:

Henrik Thomassen paa Slettenæs, Jacob Joensen og Rasmus Johannesen i Vigum ønske og begiere: at Flere maatte nedsætte sig paa disse Steder. – Vistnok, som Det høie Amt Selv bekjendt, kan ikke den halve Fordeel haves af saadanne, saavel til Agerdyrkning som til Qvæg- og Faareavl samt for Fiskeri bequemme Pladser – hvoraf der gives flere ubeboede heri Sysselet – saalænge der ikke Flere nedsætte sig sammesteds. – Paa førstnævnte sted behøves 6 eller idet mindste 4 duelige Mand, og paa sidste ligeledes 4 eller 6. –

 

1.7 Nøkur dømir um samband millum tankagongd og arbeiðslag

Hetta er ein tvørligur spurningur at taka upp, men komandi dømini benda á, at tankagongdin hjá fólki í einum samfelag og teir stovnar, sum hartil eru knýttir, kirkja, rættur osfr., ikki er óbundin av tí materiella lívinum, serliga tað samfelagsligu neyðugu framleiðsluni. Hetta tvíbýti nevni eg huglendi og undirlendi, og hetta verður tikið upp í teoretiskum høpi deildinum 2, 3 og 4. Tankagongdin um, at ymisk hugsan og idéir hava ymisk grundarlag ella orsøkir, er rættiliga vanlig.  Vit taka nøkur fá dømir fram úr nýggjari føroyskari søgugransking.

Ein høvundur, Sólstein (2010:100), skrivar um eina episodu í søguni, tá Löbner í 1817 setti eina nevnd at viðgera fríhandilsspurningin. Nevndin kom til ta konklusión, at: “Færøerne ere ikke skikkede til frigivet handel”. Høvundurin leggur so aftrat: “Men umstøðurnar í londunum kring Føroyar og tíðarandin annars rak ímóti hesi niðurstøðu, og í tíðini eftir kom blot í.  Høvundurin brúkar nøkur væl vald orð ella hugtøk til at forklára støðuna. Umstøðurnar eru samfeløgini og framleiðslan í breiðari merking. Tíðarandin kann umfata alt tankagóðsið hjá fólkinum, upplýsing, tað sum vit kalla modernitet, men eisini andin, sum stýrir framleiðsluni, sum kundi vera feudalisma, kapitalisma ella ein blandingur. “Rak ímóti” sigur hann, og peikar harvið á, at broytingatankarnir allir ella í flestu førum komu frá útlondunum. “Blot kom í” við hesum vísir hann á, ar samfelagið og tankagóðsið kann broytast, at tað ikke er stationert.

Ein annar, Dam Joensen (2010:86-87), skrivar í grein um einahandilin: Vit kunna beinanvegin staðfesta, at aftanfyri hetta slag av handilsvirksemi (kgl. monopol) lá ein heilt annar hugburður enn tann, sum eyðkendi liberalismuna seinni í 19. øld.Vert er at leggja merki til, at hann brúkar orðið aftanfyri. Við øðrum orðum, so er tað, sum skal kannast, ikki sjónligt ella atgeingiligt í fyrstu atløgu, men tað skal undirsøkjast. Neyðugt er at fara afturum ella niður undir. Við orðinum Hugburður vísir hann á, at Einahandilin, sum var knýttur at kongaligum einaveldi, hevði at sær ein annan hugburð, enn tann sum hoyrdi til liberalismuna. Við øðrum orðum, so er ein samanhangur ella kausalitetur millum handilsformin og hugburðin.

Hesa tankagongd finna vit eisini hjá Plöyen amtmanni, tá hann í brævi frá 1839 (LSS-2) skrivar: ” men naar Færingerne inclinere til sindighed, da kan man … ikke lægge det dem til Last, men snarere ansee det som en naturlig Følge af den Handelsform under hvilken de ere fødte og opdragne. Her má ”naturlig følge” kunna javnsetast við kausalitet, sum nevnt omanfyri.

Sjálvur havi eg fyrr nortið við hetta problem. Guttesen (2010:62) skrivar: “Øll samfeløg hava eina ideologiska dimensión, har religión, jura og annað – so ella so – eru ein avmynding av tí materiella lívinum, men sum eisini ávirkar og stýrir tí”. Hann leggur aftrat, at hetta hevur eina heuristiska funktión, eina leiðbeinandi ella áminnandi funktión. – Ergo, generelt kann sigast, at sambandið millum undirlendið og huglendið er meira ein hypotesa enn ein tesa. Tað er í øllum førum nakað, sum í hvørjum einstøkum føri skal undirsøkjast nærri, - ikki eitt dogme ella liðugt úrslit. Men, út frá nevndu dømum omanfyri kann sigast, at hugsanin um, at tankar ikki koma úr “leysari luft,” men á onkran hátt hava sín uppruna í nøkrum viðurskiftum, sum eru basal ella grundleggjandi, sum eitt undirlendi, er alment tankagóðs millum fólk.

Eitt feskt dømi um at samfelagsbroyting førir til broyttan moral og hugburð, er eisini at finna í grein hjá Guttesen (2014b:13), har hann viðger trupulleikarnar, sum vuksu so hvørt, sum nýggir klassar og framleiðsluhættir vuksu frá í 1800-talinum í Føroyum. Hann skrivar:

Med vækst i befolkning, antal bygder og både, samt fremvæksten af anden samfundsstruktur, hvor fisker-jordbruger-klassen spillede en ny og voksende rolle, blev opkrævningen til et kompliceret arbejde. I mange af de fremlagte dokumenter henvises ligefrem til at situationen har bevirket en beklagelig Indflydelse paa Folkets Charakter.

Øll fimm dømini benda á eitt samband, eina sínámillum ávirkan, millum undirlendi og huglendi.

 

1.8 Dømir um nýggj framleiðsluamboð:

Svabo (1782/1957:1239) sigur, at “lavmand Debes har opfundet et redskab.” Og hann hevur eina tekning av riparanum. Hann sigur, at uppá tann gamla mátan, har øksini vóru slitin av stránum við hondkraft, kundi ein maður klára 3 til 5 bundir. Men við riparanum kláraði hann 20-30 bundir. Man kann ætla, at produktiviteturin við hesum nýggja amboði hækkaði einar 5-8 ferðir. Hann sigur, at riparin bleiv brúktur um alla Sandoynna. Men “I Østerøe skal Ripar lidet eller intet bruges.” Hetta seinasta kann undra lesaran – hví vildu eystringar ikki lætta um framleiðsluna? – Svabo sigur at Debes uppfann riparan. Men tað ivast Joensen (1987:35-36) av røttum í. Bæði í Danmark og Svøríki varð líknandi reiðskapur, langhalmsrive, hørrive og linrepare, at finna.

Lína og pinnagrev vóru framleiðsluamboð, sum Plöyen sá á ferðini til Skotlands og oyggjarnar norðan fyri í 1839, og sum hann hevði heim við. Sama kann sigast um klippfiskavirking, hóast henda framleiðsla hevði verið kend í Rybergs-tíðini, 1766-85.

Í seyðabrúkinum var tann stóri vandin tey stóru fellini. Sum dømi um hetta kann nevnast, at í Lítlubók (Guttesen ed. 2006), sum sigur frá arbeiðinum á Steigagarði í Sandavági í árunum 1707-1760, er skrivað, at í vanliga góðum árum kundu teir fletta 700-800 lomb. Men aftaná ein fellisvetur var talið bert 70-80, við øðrum orðum niður í ein 1/10 part. Hevði man havt hoyggj at givið seyðinum, tá hann var um at doyggja í hungri, og haraftrat seyðahús, sum nevnt í deild 1.4 um støðuna í Vágum, har hann kundi standa tá ódnin var verst, so kundi man sloppið undan teim ringastu fellunum. Fleiri dømir um nýggjar stovnar og nýggj framleiðsluamboð eru nevnd í Guttesen (2014b) og (2010), og verða ikki nærri viðgjørd her.

 

1.9 Dømi um eplini. Nýggja avgrøðin, sum gjørdi stóran mun

Eplir komu til Føroya fyrst ella mitt í 1700-talinum, men fingu ikki tann stóra týdningin fyrr enn umleið 1820 og fram eftir (Isholm 2014:56; 58). Undirritaði hevur út frá dagbókunum hjá Matras, sýslumanni á Norðoyri víst, hvussu veltingin tók seg upp í 1820 og mentist á Uppistovufestinum tey fylgjandi árini (Guttesen 2005). Hesar báðar greinar geva tilsamans eina góða mynd av týdninginum, sum eplaveltingin fekk í broytingartíðini í 1800-talinum. Greinin hjá Isholm ger haraftrat nógv burturúr at vísa, at tað almenna – og ikki minst Plöyen amtmaður – spældi ein avgerandi leiklut í hesi innovatiónsprocess. Hetlandsferðin var eitt ódnartak, og ikki minst keypið av nýggjum seteplum, sum varð fíggjað av ”Oekonomisk Fond”. Hetta var ein grunnur, sum millum annað átti avgerandi lut í bygging av brúgvum og vegum, millum annað Landavegnum í Havn, sum gekk út til torvheiðarnar í Havnardali. Isholm sigur p 79:

Tí var eplakeypið knýtt saman við fleiri aðrar tættir, sum allir høvdu til felags at nútímansgera føroyska samfelagið, og tí ber helst til at siga, at eplakeypið var liður í teimum hugsanum um modernisering, sum Plöyen og aðrir arbeiddu við hesi árini.”

 

2. Teoretisk viðgerð; Diffusión av innovatiónum

2.0 Alment. ”Carriers and barriers”, ella berarar og forðingar

Í teoriini um diffussión standa hugtøkini ”Carriers and barriers”, ella berarar og forðingar, frammaliga. Viðvíkjandi diffusión eru bert tveir møguleikar; antin er innovatiónin (uppfinnilsið ella atgerðin) gjørd á staðnum og hon spreiðir seg út frá hesum stað, ella er hon gjørd aðrastaðni og er um ymsar leiðir diffunderað til landið. Um ikki øll, so eru tey flestu hugskotini til nýggja framleiðslu og aðrar atgerðir til at modernisera samfelagið í Føroyum (sí deild 3) á ymsan hátt komin uttan ífrá. Tí verður ein elementer teori um Diffussión neyðug at hava við. Teoriin er t.d. framløgd og viðgjørd í Abler et al. (1971:389-451), sum byggir á svenska undangongumannin Thorsten Hägerstrand, sum skrivaði sín doktaradisputats um evnið í 1953. Abler sigur stutt (p. 389): ”First, anything that moves must be carried in some way. Secondly, the rate at which some things move over geographic space will be influenced by other things that get in the way

Berarar eru altíð fólk við vitan, sum gongur frá munn til munn, ella fólk sum kommunikera vitan gjøgnum brøv, prentað tilfar, telefon ella, sum í dag, um internetið. Forðingar fyri diffusión eru av ymsum slag. Eitt er tann fysiski avstandurin ella strekkið millum sendara og móttakara. Annað er tann funktionelli avstandurin, sum td. kann roknast í tíð. Í hesum føri má man minnast, at søguliga er hesin funktionelli avstandur eingin konstantur, men støddin broytist so hvørt sum samskiftismiðlar broytast, eitt nú sum dømi um sjóvegis samferðslu: seglskip, dampskip og motorskip. Eitt annað slag av forðing hjá móttakaranum er hansara mentala og materiella umhvørvi. Við øðrum orðum - er hann og samfelagið, sum hann livir í, búgvið at taka broytandi nýggjheitir til sín og lata tær implementera? Hetta slag av forðingum verða viðgjørd nágreiniligari í deild 3 við hugtøkunum huglendi og undirlendi.

 

2.1 Dømir um diffusión

Panum: Eitt einfalt føroyskt dømi um diffusión er at finna hjá Panum (1847), har hann skrivar um, hvussu tann vanliga umfarssjúkan krujm ella krím kemur og breiðir seg. Hetta slagið av diffusión kallast contageous diffusion. Kanska kann tað, at ein umfarssjúka breiðir seg, ikki kallast nøkur vanlig diffusión av eini innovatión, men tó so, at hon kemur av nýggjum á hvørjum ári. Panum skrivar:

Krujm-epidemiers Udbrud staaer i nøje Forbindelse med Handelsskibenes Ankomst, især om Foraaret... Epidemier er indtruffet hvergang, at der 2-3 Dage efter det første Skibs Ankomst er udbrudt en saadan Epidemi, og det saaledes, at først Handels-forvalteren og Handelsbetjentene, dernæst hele Thorshavn, og derpaa Landets øvrige Steder er blevet angrebne”(Panum 1847:312).

Niðursetubygdir: Eitt annað dømi um diffussión í Føroyum, er um niðursetubygdirnar, sum longu eru nevndar í deild 1.3 og 1.4 frammanfyri. Teoriin sigur, at yvir tíð hevur ein diffussiónsprocess eina gongd, har hon fyrst veksur spakuliga, so skjótari til eitt maximum, og hareftir minkar hon og fjarðar út. Hetta gevur – um vit seta gongdina upp í ein graf, har x er tíðin, y er tað akkumuleraða talið av hendingum – eina kurvu, sum er logistisk ella S-formað.  Úrslitið av samanteljing av niðursetubygdum í 10-ára periodum er endurgivið í figur 2.

Úrslitið, sum sæst her, er, at henda diffussiónsprocessin fylgir tí teoretisku gongdini ógviliga nær. Sum tað sæst av citeraðu dømunum frammanfyri, so eru berarar her tey ognarleysu, sum tráða eftir at fáa meira lendi, og embætismenn sum royna at fremja intentiónirnar í “Forordning af 1777”. Forðingar eru oftast bøndur, sum við broytingunum mistu ella komu at missa bæði jørð og status.

 

3. Teoretisk viðgerð: Huglendi og undirlendi

3.0 Alment

Í eftirfylgjandi deildum fari eg at viðgera ymsar síður av hugtøkunum ‘berarar’ og ‘forðingar’ í diffusiónsprocessini saman við royndum at gera hugtøkini meira operationel, og at enda royna at kvantificera eitt dømi. Samfelagsskipanin sum heild kann vera soleiðis háttað, at antin falla innovatiónir í fruktagóða jørð, har tær spíra og vaksa, ella tær falla í grýtuta jørð og blíva til einkis. Skipanin kann í eini fyrstu nærking býtast, sum longu er nevnt omanfyri, í eitt undirlendi og huglendi, sum á hesum fyrsta stigi bert hava heuristiskan týdning.  Víðari er hetta viðgjørt í Guttesen (2010:61-62). Tað kann á hesum stigi t.d. bert sigast, at huglendið virkar afturhaldandi ella konserverandi í mun til innovatiónir, tí berararnir av hesum huglendi hava sum fremsta mál at varðveita gamlar og traditionellar strukturar í undirlendinum. Royndin at operationalisera teoriina, fer víðari í deild 4, har meira praktisk geografisk hugtøk, sum íbúgva-potentialið og gáttvirði, verða koblaði uppí, og ein roynd verður gjørd at kvantificera eitt dømi aftrat um diffusión.

 

3.1 Tað breiða perspektivið

Tað stóra og breiða perspektiviðkemur fram í einum broti, har Marx viðger týdningin av, at framleiðsla verður umskapað til vøruframleiðslu (Marx 1867/1970:158):

”Værdiudtrykkets hemmelighed, at alle slags arbejde er ens og ækvivalente, fordi og for såvidt de er menneskeligt arbejde slet og ret, kan kun dechifreres, når begrebet menneskelig lighed har fået samme fasthed som en folkefordom.”

Men, heldur hann fram, hendan javnsetan bæði í arbeiðinum og í menniskja-rættindum krevur nakað meira, og tað er:

”Det er imidletrtid først muligt i et samfund, hvor vareformen er arbejdsproduktets almindelige form, og hvor det altså også socialt er regelen, at menneskene forholder sig til hinanden som varebesiddere.”

Hetta, at menniskju ella borgarar verða javnsettir viðvíkjandi rættindum og skyldum í samfelagnum, og ikki sum í einum feudalsamfelagi, at man er borin til aðal og privilegiir ella ikki, krevur - eftir hesum hugsanarhátti - at vøruframleiðsla er blivin ráðandi. Tað vil siga, at framleiðsla av vørum sum býtisvirði hevur avloyst framleiðsluna av brúksvirðum.

Schanz (2004:40) hevur nakrar tankar um hetta, sum ganga á sama bógvin: Sandsynligvis er det parlamentariske demokrati en konsekvens af netop sameksistensen af kapitalisme og modernitet.Men tað, sum Schanz undirstrikar í hesum verki, er, at hugtøkini kapitalisma og modernitet ikki eru identisk. Í Vestureuropa hevur útviklingurin av kapitalismu verið fylgd og tillempað av moderniteti. Eg skal stutt nevna, hvat modernitetur umfatar, men ikki koma við nakrari longri diskussión av hugtakinum. Modernitetur, sambært Schanz (2002:132-33), umfatar mennisjkans viðurskifti við tríggjar dimensiónir í tilveruni.

        Viðurskiftini við natúruna, sum er eyðkend av natúruræði, sum byggir á vitan. Ratio ella fornuft.

        Viðurskiftini við onnur menniskju, og hetta kann aftur býtast í tríggjar partar: tað politiska-offentliga rúmið og tilhoyrandi stovnar, marknaðurin og familjan. Tvey vælvald orð kundu her verið: emancipatión og participatión.

        Viðurskiftini til seg sjálvt. Menniskjan má hava vilja og evnir til at orientera seg í verðini við at brúka sítt egna skil og vit. Sapere aude, sum Horats, Kant og Marx hava sagt. Á føroyskum kanska: ”Hav dirvi til at hugsa sjálvur”

Tann breiða orðingin, sum her verður løgd fram, bæði hjá Schanz og Marx, kann við varðsemi brúkast til at tolka og almenngera ávís viðurskiftir í søgugongdini í Føroyum í tí her viðgjørdu perioduni, sum er 1800-talið. Sagt við øðrum orðum, so er ein samanhangur millum

Fram til avtøkuna av monopolhandlinum í 1856 ber illa til at siga, at ein kapitalistisk vøruframleiðsla fór fram í Føroyum, tí prísirnir á vørum til og úr handlinum blivu fastsettir av handilsfyritøkuni, og tí var eingin kapping millum framleiðararnar. Harnæst má sigast, at útróðrar- og traðarmenn, sum var ein vaksandi samfelagsligur klassi, ikki vóru proletarar ella ognarleysir, tí teir áttu ella høvdu ræðið á sínum framleiðluamboðum, trønni og bátinum, og brúktu sína egnu arbeiðskraft í vinnuni.

Man noyðist tí at siga, við omanfyri standandi teoretiskum hugleiðingum in mente, at her var einki materielt grundarlag fyri einum parlamentariskum demokratii. Bæði vinnufrælsi, og harvið grundarlagið fyri fríhandli og fríari framleiðsluvinnu, og parlamentariskt demokrati við sínum Løgtingi (amtsráði), kommunalum forstandarskapum og einum Ríkisdegi, kom sum ein diffussión – við myndum av nýggjum europeiskum tankagóðsi - via tað lítla borgaraskapið í Havn, embætismannastættina og einstøkum øðrum lokalum røddum.

 

3.2 Huglendi, framleiðsluháttur og stýrislag

Upprunin til diskussiónina um samband millum undirlendi og huglendi, ella basis og yvirbygning, sum tað eisini nevnist, kann fylgjast aftur til nakrar stuttar formuleringar hjá Marx (1859/1952:355-56), har hann framleggur ein plan og nakrar hypotesur um tað arbeiði, sum hann er farin í holt við:

“Indbegrebet af disse produktionsforhold danner samfundets økonomiske struktur, den reelle basis, på hvilken der hæver sig en juridisk og politisk overbygning, og hvortil der svarer bestemte bevidsthedsformer.”

Nógv snakk og stríð hevur staðist av hesum setningum, hvussu skuldi tað skiljast, og hvat kundi tað brúkast til? Fyrst er at siga, at tað ikki kann brúkast til nakað í sínum generella formi, sum tað stendur. Tað eru approximativar, heuristiskar formuleringar. Tað vil siga, at einki mekaniskt samband er millum undirlendi og huglendi. Í hvørjum einstakum føri skal tað konkretiserast, ella byggjast upp frá tí abstrakta forminum, sum tað hevur í hesum endurgivna citatinum, til nakað, sum í stigum gerst meira konkret.

 

3.3 Nøkur seratlit í processini

Hugaferðin millum abstrakt og konkret er neyðug og kann verða produktiv, um stigini verða gjørd medvitandi. Hinvegin er altíð ein vandi í at brúka abstraktar kategoriir til at forklára konkret ting, og sama øvugta vegin. Eina útdýping av hesum problemi havi eg gjørt í greinini ”The object and subject of Geography” (Guttesen, 1996a). Tá hugsað verður um vísindaligar lógir, sum siga nakað um rørslur og sambond í samfelag og natúr, er vert at undirstrika, at allar hesar lógir eru tendenslógir, og at hetta fyrst og fremst kemst av, at tann realitetur, sum tær beskriva, er kompleksur og opin, cfr Pinkstone (2007:458). Hetta er galdandi bæði á natúruni og í samfelagnum. 

 

4. Teoretisk viðgerð: Geografisk sjónarmið í konkretiseringsprocessini

4.0 Alment

Geografi-fakið hevur í traditiónini verið rættiliga konkret, og harvið í minna lagi abstrakt ella filosofiskt. Men tá hugsað verður um sambandið millum undirlendi og huglendi, og hvussu tað skapast undir ymiskum viðurskiftum, verður neyðugt, sum lið í konkretiseringsprocessini, at taka nøkur geografisk fakøkir inn. Eg skal í fylgjandi deild stutt umtala tvey ting: Íbúgvapotentialið (population potential) og gáttvirði (thresholds).

 

4.1 Íbúgvapotentialið

Hereftir bara: potentialið. Tað sigur nakað um, hvussu nógvum persónum, tú kanst møta innanfyri ein radius uppá td. 1 km ella 10 km. Hugtakið potentiali er beinleiðis lænt og yvirført úr newton’sku fysikkini. Evnið er viðgjørt víða hvar í geografiskum faklitteraturi, eitt nú í lærubókini hjá Abler et al. (1971:216). Eins og í fysikkini, kann hetta í geografiini matematiserast til ein formil:

k

    Vi = Pj/dij

j=1

Her er Vi potentialið í einum punkti i; Pj er íbúgvatalið í punktinum j; dij er avstandurin millum punktini i og j; og summatiónin gongur yvir íalt k punktir.

Generelt kann man siga, at jú størri potentialið er, tess størri møguleiki er at møta øðrum fólki. Ella meira avmarkað: Tess størri møguleiki at møta samsintum ella samarbeiðspartnarum: Tess størri møguleiki er at samskifta og útvikla nýggj hugskot og projektir. Har potentialið er stórt er eisini betri møguleiki at organisera tiltøk, sum krevja nógva arbeiðskraft (stórar fabrikkir), stórt publikum (symfoniorkestur ella universitet), stórt kundagrundarlag (handil tænastur og service).

Við hesum stuttu hugleiðingum um potentiali skuldi tankin verið nær, at tess størri potentiali, jú størri møguleikar at skapa nýggj ting og nýggjar tankar. Ella: eitt størri undirlendi, her uppgjørt sum íbúgvapotentiali, gevur størri møguleika at skapa og forma eitt nýtt og kanska progressivt huglendi. Og, at enda her kann man so venda aftur til føroysku søguna, sum realiserast í einum øki við lítlum ella minimalum potentiali í einum samfelagi við umleið 5.200 íbúgvum í 1801, og spyrja: Hvat kundi realiserast í hesum umhvørvi?

 

4.2 Gáttvirði

Í nógvum smærri bygdum í Føroyum er í dag hvørki ein handil ella kiosk ella nøkur almenn tænastuveiting. Fólkatalið er í dag ov lítið til, at tað loysir seg. Samstundis er infrastrukturin (vegir, brýr og tunnlar) blivin so væl útbygdur og bilkoyring so útbreidd, at tað, sum var møguligt í bygdunum fyri 50 ella 100 árum síðani, ikki ber til í dag. Infrastrukturin í dag krevur eisini, at tá tað kemur til handilsuppland, so er neyðugt at hyggja víðari enn tær gomlu bygdirnar.

Hugtakið gáttvirði ella threshold er brúkt í økonomiskari geografi. Man kundi eisini kalla tað eitt støddarkrav. Abler et al.(1971:364) definera tað soleiðis: The threshold for a firm selling a good or service is the minimum market (price time’s quantity) needed to bring it into existence and to keep it going.Handlar við gerandisvørum krevja í dag, sum tendens, eitt handilsuppland uppá 500-1000 fólk. Specialhandlar við t.d. møblum, vaskimaskinum, mótaklæðum krevja eitt uppland uppá kanska 1000-10.000 fólk. Men sølumiðstøðir, bankar, sjúkhús og aðrar centralar funktiónir krevja eitt uppland uppá 10.000 ella meira. Við hesi uppstilling er eisini víst á, at tað er eitt ávíst hierarki í møguleikunum.

 

4.3 Potentiali, gáttvirði og huglendi

Hugtøkini potentiali og gáttvirði eru útviklaði innan fakini fysikk og økonomiska geografi. Men royndin her er, at kanna um ikki tey kunna brúkast til at avklára viss ting, har tað kemur til undirlendi og huglendi. Tað er mín hypotesa, at nakað tað sama kann – sum analogi – brúkast til at viðgera og konkretisera huglendið, viðvíkjandi andaliga, listarliga, undirvísingaliga, politiska, juridiska og filosofiska framleiðslu. Har eru bæði hierarki’ir og gáttvirðir. Tølini í gáttvirðunum í hjástandandi talvu eru hugsaði dømir, og byggja ikki á empiriskar kanningar.

 

Huglendi

 

Sagnir og ævintýr, kvæðir, mytur

Prentað tilfar, litteraturur , avísir

Universitet, hægri útbúgving

Íbúgvatal/Gátt

1.000.000

x

x

x

100.000

x

x

0

10.000

x

0

0

Figur 3: Tabelluppstilling, sum skal vísa gáttvirðini, her víst sum íbúgvatal, í samband við møguliga framleiðslu í huglendinum. Ikki empiriskt baserað. Egin uppstilling.

 

Ein framleiðsla, til dømis sum í gamla bóndasamfelagnum, byggir á traditión og tacit knowledge og gevur í myndini omanfyri eitt samfelag við einum [x00] huglendi. Men ein framleiðsla, sum byggir á universitetsútbúgving við natúrvísindum og ingeniørkunsti, gevur eitt [xxx] huglendi.

 

 

4.4. Ein roynd at kvantificera gongdina í innovatiónum í Føroyum

Hetta er ein einføld roynd at kanna, nær “tað nýggja” ella innovatiónir henda í landinum. Við hesum innovatiónum verður alt roknað uppí: nýgerðir, royndir, nýggj tiltøk, sum eru bæði teknisk, útbúgvingarlig, lóggevingarlig, juridisk, umsitingarlig ella politisk. Metodan til at skráseta øll hesi ymisku tiltøk, hevur einfalt verið tann, at brúka árstalslistan hjá Madsen (1999), og notera alt, sum hendir av positivum tingum, ár um ár, og so telja saman og gera ein graf, sum vísir hesar innovatiónir yvir tíð, hygg figur 4. Listin hjá Madsen er helst ikki fullfíggjaður, men hann er heldur ikki merktur av mínum møguligu fordómum. Tí taki eg hann, sum hann er, uttan ískoytir ella rættingar. Innovatiónir eru í hesi uppteljing bæði royndir at fiska við deksførum, útgáva av bókum, uppdyrking og nýggjar bygdir, tiltøk sum skula fremja framleiðsluna, keyp av nýggjum skipum. – Her eru elementir úr øllum geirum, um landbrúk, skip, skúlar, niðursetubygdir, stuðulsgrunnar, mentan. Stutt sagt alt, sum kann hugsast at vera við til at broyta samfelagið frá støðuni 1800 til nýggju støðuna 1900.  Men  alt verður vurdera við ”avtakandi kraft”, soleiðis til dømis, at tað at keypa ella byggja eitt skip í  1820 hevur størri týdning sum innovatión, enn ein av teimum nógvu sluppunum, sum blíva keyptar í 1890’unum. Við øðrum orðum, tað fyrsta dømið um onkra nýgerð verður skrásett sum ein innovatión, meðan tær eftirfylgjandi ikki telja líka nógv sum tann fyrsta, tí tær eftirfylgjandi kunna ikki sigast at vera innovatiónir, men endurtøkur. Í hvørjum einstøkun føri er ein konkret vurdering gjørd.

 

 

Figur 4: Talið av innovatiónum í hvørjum 5-ára skeiði í tíðini 1780-1910. Svarta kurvan (poly.) er ein polynomisk generaliserað mynd av renslinum. Kelda: Madsen (1999).

 

Hvat vísir hendan kurvan so?

– At tað eru tvær týðiligar framburðsperiodur har talið av innovatiínum er vaksandi ár um ár... Tann fyrra er 1795-1850, og tann næsta 1880-1910.

– Harmillum er ein stagnatións- ella afturgongdsperioda 1850-1880. Hetta skal tó ikki skiljast soleiðis, at alt steðgar upp. Talið av innovatiónum er bara tað sama ella nakað minni enn perioduna undan.

Kanska tað mest áhugaverda, sum henda kvantificering av gongdini í innovatiónum í Føroyum er, at har sum man vanliga setir byrjanina til framburðin til nútíðar Føroyar: Fríhandilin í 1856, ikki setir gongd á nakað størri tal av innovatiónum, men tvørtur ímóti vísir seg at vera byrjan til eina stagnatiónsperiodu, sum stendur við framm til slupptíðina, umleið 1880. Her er talið av innovatiónum ikki er vaksandi á sama hátt, sum tað sum heild var vaksandi bæði í árunum 1795-1850 og 1880-1910.

Vanlig søguhugsan hevur verið, at fríhandilin í 1856 var avgerandi og her byrjaði framgongdin. Eyðkend er ein útsøgn, sum til dømis hendan: ”Ikki fyrr enn fríhandilin kemur, rennur nýggj tíð upp í Føroyum (Rasmussen og Samuelsen, 1965: 64). Myndin omanfyri vísir, at tað er neyðugt at hugsa breiðari og í størri komplexiteti og minni persónfixerað, og hugsa um annað og meira enn handilsviðurskiftini, sjálvt um hesi vóru av stórum týdningi. Eitt nú er tað neyðugt at hugsa um fólkatalið, sum fór at vaksa skjótt og áhaldandi umleið 1810-20. Í tíðini aftaná fríhandilin, tá innovatiónirnar minka í tali, kann man siga, at tá fer orkan til at umskipa monopolhandilin, til at grunda privatar handlar og fyritøkur, meðan tað ikki hendir so nógv í sjálvum vinnugrundarlagnum; útróður og traðarbrúk vaksa kvantitativt, men tað er eingin nýggjur kvalitetur í tí. Men ikki fyrr enn við sluppunum miðskeiðis í 1870-unum kemur nakað nýtt aftrat í framleiðsluvinnuni, og innovatiónstalið fer aftur at vaksa.

 

5. Hvør kom við nýggjum hugskotum?

5.0 Alment

Her skal skal stutt nertast við spurningin um nakrir persónar, persónbólkar ella samfelagsligir klassar hava havt ein serligan leiklut í broytingarprocessini.

 

5.1 Tað eru menniskju, sum skapa søguna

Men hvussu er relatiónin millum einstakling, klassar og samfelag? Einfalt kann sigast, at tað ikki er nóg mikið, at ein maður ella kvinna fær eitt gott hugskot; tær materiellu umstøðurnar skula eisini vera til staðar fyri at hugskotið kann festa rót og materialiserast. Og materiellar umstøður meinast her at vera bæði ein fólkabólkur ella klassi, sum hevur áhuga ella møguleika at taka við tí nýggja. Um tað snýr seg um at framleiða nakað nýtt, so skal ráevni, arbeiðsamboð og leys arbeiðskraft vera at fáa. Eisini krevst, at tann bólkur, sum missir nakað (her kundi tað verið kongsbøndur, ið mistu hagaøkir), er so mikið veikur ella illa organiseraður, at hann ikki kann forða fyri tí nýggja.

 

5.2 Einstaklingar

Tá hugsað verður um føroyskar einstaklingar, ella framúrskarandi persónligheitir, so skal eg nevna nakrar fáar – fleiri kundu verið nevndir, men tað ber ikki til, í hesum umfari, at skriva so nógv um teir:

Jens Christian Svabo (1746-1824) var fyrsti føroyingur, sum las annað enn theologi, hann er mest kendur fyri Indberetninger (1782/1957), men hevur eisini skrivað annað við konkretum uppskotum til ábøtur. Hann fekk ongantíð nakað fast starv, men doyði sum fátækur maður í Havn.

Poul Poulsen Nolsøe (1766-1809), ella Nólsoyar-Páll, hevur í dag fingið kult-status. Bókin hjá Jakobsen (1912/1966) um hendan mannin er ein rættiliga ókritisk lovprísing. Hann fór út at sigla, fekk skiparaprógv í Keypmannahavn, bygdi eina lítla skonnart, gjørdi nakrar fiskiroyndir við skipinum. Ákærdur fyri smugling. Helst tann fyrsti, sum royndi at gera eina politiska fylking fyri at fáa uppbakking til síni politisku hugskot, fríhandil og framburð. Hann gekk burtur við skipi í 1808.

Michael Müller (1786-1849) er at kalla burturgloymdur í dag. Nakað stendur um hann hjá Nolsøe (1963: 219-237). Hann fekk stýrimansprógv í 1807, og gjørdist skipari í Keypmannahavn í 1810. Hann førdi donsk kaparaskip undir 7-ára krígnum, og tók fleiri eingilsk orlogsskip. Kom aftur til Føroya í 1826. Eftir hann liggur ein innbjóðing til stovna eitt upplýsingarfelag, sum hevur umfatandi og áhugaverda skrá (Nolsøe 1963: 228-37). Óvist er um tiltakið bleiv til nakað.

Gregers Johannesen (1822-188?), arvaði eitt lítið festi í 1854 í Syðrugøtu, fekst við handil og sat eina tíð í Løgtinginum. Tá nýstovnaða Løgtingið í 1852 ætlaði at avtaka skúlalógina, Provisorisk reglement, skrivar hann einsamallur maður til tingið, og argumenterar fyri upplýsing og skúla.

Niels Chr. Winther (1822-92). Las  jura í Keypmannahavn, virkaði sum sakførari í Havn nøkur ár. Gav Færingetidende út í 1852. Hevði sum endamál upplýsing. Hann kritiseraði embætisstættina og Einahandilin. Løgtingslimur 1852-57 og Fólkatingslimur 1851-57. Flutti til Hjørring at arbeiða og búgva í 1856. DBL (2015) kallar hann ”Færøernes første egentlige politiker,” og høvundurin heldur fram: ”Det var under indtrykket af folkestyrets gennembrud i Danmark, at Winther blev sin politiske mission bevidst.

M.C. Restorff (1816-1857), føddur í Keypmannahavn, men flutti til Havnar í 1848 og var bakari í Kongiliga einahandlinum. Ein stutt frásøgn um, hvussu Restorff kom til Føroya, er hjá Guttesen (2014a:44). DBL (2015) sigur, at hann var ein ”virksom og samtidig vennesæl natur.” Í 1856 keypti hann, sum einasti føroyingur, ein part av ognunum hjá einahandlinum í Vágsbotni. Í hesum tiltaki hevði hann fingið aðrar at stuðla seg, millum aðrar kirkjubøbóndan Peter Hans Poulsen (Joensen et al. 1955:144). Hann bygdi eitt virki upp, handil við 30-40 úthandlum (filialum) og hartil stórt reiðarí.

Johan Mortensen (1816-79) gjørdist faktor við úthandilin í Klaksvík 1839. Flutti til Øravíkar í 1858 og árið eftir til Tvøroyrar har hann legði grundina til ”Uttara Handil” (T.F. Thomsen lá innari). Mortensen, sum høgt løntur embætismaður, hevði spart nógvar pengar upp, og sett teir í Færø Amts Sparekasse. Kontoin hjá honum var í 1855 vaksin til 1648 Rdl, (Guttesen 1987:29) sum var 7 % av øllum innistandand.i

Listin her skal ikki takast sum nakað endaligt úrslit av kanningum, men meira sum dømir um persónar, sum – við ymiskari bakgrund – virkaðu sum ”carriers” av tí nýggja. Teir báðir seinastu hoyra meiri til tíðina aftaná fríhandilin, og fáa tí størsta týdning aftaná mítt kannaða tíðarskeið. Men hinir: Svabo, Nolsøe, Müller, Johannesen, Winther kunna sigast at hava ognast partar av modernitets-tankagong við ratio, emancipatión, participatión og sapere aude, sum nevnt í deild 3.1.

 

5.3 Stættir ella klassar í landinum

Kanska gera samfelagsklassar ikki so nógv um seg politiskt í 1700- og byrjanini av 1800-talinum. Men klassar eru har, og ein váttan um hetta er longu givin í framman nevndu ”Forordning av 21. Mai. 1777”, har viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum, sum tey vóru tá, millum bóndur og tænastufólk bleiv regulerað. Klassaspurningurin er eisini stutt viðgjørdur av Guttesen (1987). Men nøkur útfarandi kraft til at broyta samfelagið kom ikki frá ráðandi klassanum av kongs- og óðalsbøndrum. Heldur hinvegin kann sigast, at bøndur høvdu ognar- ella ráðarætt á jørðini, og kundu bara missa rættindir í eini broyting og tí hildu fast um status quo, og vóru av somu grund konservativir í tankagongd. – Í tíðarskeiðinum 1800 og fram til fríhandilin vóru útróðrarmenn sum klassi vaksandi í tali. Útróðurin varð fyri tað mesta drivin sum ískoyti til bónda- og traðarbrúkið. Tað vóru hesir, sum skundaðu undir at sleppa at velta og leggja nýggjar traðir inn, so teir kundu fáa hoyggj til eitt kúfóður ella so.

 

5.4 Útlendskir handilsmenn í Føroyum.

Tað kann sigast, at ein sterk ávirkan kom frá útlendskum entreprenørum, ”aktivistum” ella handilsmonnum, sum yvirtóku allan handil aftaná Fríhandilin.

Niels Ryberg var stórkeypmaður og reiðari í Keypmannahavn. Hansara aktivitetur var í Vágsbotni Havn longu  1766-1785, og er lýstur manga staðni, millum annað í Havnarsøgu (Nolsøe og Jespersen 2004, bd 2).

Erich Erichsen, sum eisini var stórkeypmaður og reiðari í Keypmannahavn, keypti ognirnar í Vágsbotni frá Ryberg. Ein kelda sigur, at hann átti tær longu í 1789, Benners (1789/1957:35). Siglingin, mest við víni og spiritus, helt fram til ca. 1794, men so heldur hon uppat. Tó stendur Erichsen sum eigari av húsunum í Vágsbotni í húsataxatiónini í 1819 (LSS-4). Ymiskt bendir á, at Poul Nolsøe á onkran hátt hevði samband ella arbeiddi saman við Erichsen, tí Nolsøe búði eina tíð í eini íbúð hjá Erichsen í Vágsbotni, umleið 1799-1800 (Nolsøe 1963:54), men stórt meira vita vit ikki um hetta. Ein góður spurningur man verða: hví keypti Erichsen frá Ryberg, tá hesin ikki longur fekk nakað burturúr at smugla varur til Bretlands, nú tollurin var avtikin? Ryberg steingir med alla í 1788, og Erichsen er eigari í 1789. Eitt fyribils svar kann vera, at ein kommissión var sett í 1789 at kanna møguleikan fyri fríhandli í Føroyum. Kommisssiónin var liðug í 1790, og hon viðmælir, at handilin verður frígivin í 1796. Møguliga hevur Erichsen satsað uppá tann komandi fríhandilin, sum tó bleiv til einkis tá.

Ein bróðir E. Erichsen, nevndur Peter Erichsen, var eisini aktivur í Havn. Tað var hann, sum yrkti klubbasangin í 1799 (Havnar Klubbi 175 ár). Hann er tó ikki at finna í Fólkateljingini 1801. Men ein 4-ára gamal drongur Jacob Erichsen, tann einasti í Føroyum við hesum eftirnavni, er eftir (Nolsøe og Jespersen, 2004:22).

Hinir: Jørgen Bech, T. F Thomsen, A.W. Skibsted, C. Siemzen keyptu partar av ognunum hjá Einahandlinum í 1856, og kunna tí ikki hava havt ávirkan á viðurskiftini í fyrru helvt av øldini, sum er tað, sum hendan grein fokuserar uppá.

 

5.5 Embætismenn

Upplýstir, vælmeinandi og virkisfúsir embætismenn, sum hava tikið nýggjar socialar idéir til sín. Her skula nakrir bert stutt nevnast, men tað er ein uppgáva, at geva teimum hvør sína biografi og í æsir at meta um teirra avrik.

C.L.U von Born var kommandantur á Skansanum 1782-96. Størsta avrikið var at tekna eitt stórt Føroyakort, 1: 72.000, sum bygdi á triangulering og tekning á máliborðum. Hetta kortið var tað besta, til Generalstaburin gjørdi nýggj kort umleið 100 ár seinni, frá 1896 og nøkur ár fram, (Keilbo 1996).

C.F. Kühn var kommandantur á Skansanum 1796-1801, og skipaði fyri, at Skansatraðirnar vórðu lagdar inn. Hetta kann metast at vera eitt tað fyrsta størra nýdyrkingartiltak tá í tíðini.

E. Löbner avloysti Kühn á Skansanum 1801-26, men var frá 1806 samstundis virkandi Amtmaður. Hann var landsins ovasti í eini tíð, har Sjeyárakríggið í Europa gjørdi siglingina millum lond vandafulla, og nógv skip til Føroya vóru tikin. Hetta kann uttan iva kallast tað mest vandafulla tíðarskeiðið í nýggjari søgu, har bæði indra og ytra vandar hóttu við anarki, sjálvtekt og hungursdeyða. Við Löbner sum amtmanni verður eitt stig tikið til modernisering og effektivisering av almennu fyrisitingini í Føroyum. Amtmaðurin, sum samstundis var kommandantur, verður ovasta og sambindandi liðið í eini nýggjari miðfyrisiting.

Seinni koma so Brøðurnar Tillisch, Plöyen, Lunddahl, Hunderup, sum allir gjørdu sítt til at fyrireika samfelagið til fríhandil og frítt vinnulív.

Plöyen hevur helst eina serstøðu, millum annað av Hetlandsferðini, sum hann hevur greitt frá í bók (Plöyen 1840/1999). Ferðin bleiv stuðlað av Rentukamarinum, og saman við honum ferðaðust 3 mans og soleiðis var møguleiki fyri at hugskot til innovatiónir í Føroyum kom út millum fólk í bygdunum. Av ítøkiligum tingum, sum komu burturúr ferðini, kann nevnast: fiskarí við línu, framleiðsla av klippfiski, og pinnagrevið til torvskurð. Á ferðini bestilti hann eisini eina last av seteplum við tí endamáli, at bøta um eplaveltingina í Føroyum. Hetta hevur Isholm (2014) góða frásøgn um í Fróðskaparriti. At útviklings- og framburðstankin hevur ligið honum nær, sæst nógv staðni í bókini, ma. p. 9: ”Men at Alt alligevel der befinder sig paa et langt høiere Trin af Udvikling, end her” (undirstr. RG).

 

5.6 Beinleiðis ávirkan uttanífrá

Úr Danmark og Europa koma nýggir tankar um religión og samfelag, og nógvir hava sína rót í Reformatiónini. Høvuðsmaðurin var Luther (1483-1546). Men umframt at geva kristindóminum nýtt innihald, sum forkastaði pávadømið og katolicismuna, so hevði hetta eisini ávirkan á samfelagsuppfatan og uppfatan av natúruni. Schanz nevnir fleiri økir, eitt nú (2002: 113): repræsentative styreformer og demokratiske institutioner…. den gav plads for naturstudiet som et neutralt eller i hvert fald ikke superkontroversielt område.” Víðari setir hann hesar tankar fram (2002:118):

”Den sekulariserede kultur med mekanisk naturopfattelse og kapitalistisk økonomi kaldte på nye ideer. Hvad er et menneske, når det ikke længere har det evige liv efter døden som orienteringspunkt? Hvordan skal et samfund indrettes, når det ikke længere er styret ud fra religiøse forestillinger, men tværtimod er præget af kapitalistisk foretagsomhed?

Tað, at sama rákið, sum fer um Europa – tá tað kemur til jura og rættaruppfatan – eisini kemur til Føroya, og setir síni spor í dómsavgerðum her, er dokumenterað og viðgjørt av Joensen (2014:35), har hon sigur: ”Í stuttum kann sigast, at seinast í 1700-árunum komu nýggjar grundtreytir innan revsing. Talan var um eitt rák, ið var ávirkað av nátúrlóg og upplýsingartíð.Tann avgerandi broytingin er helst tað, sum longu er nevnt framman undir deild 3.1:

– Viðurskiftini við natúruna; ratio ella fornuft.

– Viðurskiftini við onnur menniskju; emancipatión og participatión.

– Viðurskiftini við seg sjálvt; sjálvræði (myndighed).

Grundsetningurin í Upplýsingartíðini er, sum filosoffurin Immanuel Kant (1724-1804) segði tað (í danskari umseting eftir Schanz 2002:129):

”Oplysning er menneskets udgang af dets selvforskyldte umyndighed. Umyndighed er mangelen på evne til at betjene sig af sin forstand uden en andens ledelse. Selvforskyldt er denne umyndighed, når årsagen til den ikke ligger i forstandens mangler, men i manglende beslutsomhed og mod til at betjene sig af den uden en andens ledelse. Sapere aude! Hav mod til at betjene dig af din egen forstand! er altså oplysningens valgsprog.”

Merkisverdar hendingar, sum leggja upp til eina nýggja tíð, eru annars: Franska kollveltingin (1789) og Napoleonstíðin, Ídnaðarkollveltingin í Englandi og á meginlandinum ca 1750 og frameftir, Borgarligar-demokratiskar stýrisskipanir, og ikki minst tað borgarliga demokratiið í Danska ríkinum frá 1849 við grundlógini. Eingin ivi kann vera um, at embætismennirnir í Føroyum í hesum kannaða tíðarskeiði høvdu tikið hesar áskoðanir til sín, og vóru ávirkaðir av politiska-sociala tankagóðsinum og hendingunum í Europa. Teir virkaðu sum berarar av hesum innovatiónum.

Men ”Danmarks Riges Grundlov” frá 1849 var, tá komið var inn í hálvrunna øld, ein tann størsta og mest grundleggjandi innovatiónin. Hon førdi beinleiðis til, at Monopolhandilin var avtikin í 1856, og seinni at ”Bátsbandið” fóru sama veg (Bang & Bærentsen 1901). ”Forordning af 1777” var longu avtikin í 1846. Sum Mortensen (2000:217) ger vart við, so var einahandil ella monopol ikki í samsvar við § 88 í nýggju donsku grundlógini, sum segði, at ”alle Indskrænkninger i den frie og lige Adgang til Erhverv, som ikke ere begrundede i det almene Vel, skulle hæves ved Lov.” Her var ikki neyðugt við kanningarnevndum. Forðingar skuldu bara beinast burtur alt fyri eitt.

Av allarstørsta týdningi er tað, at Grundlógin frá 1849 var beinleiðis orsøk til at Løgtingið bleiv sett á stovn, sum eftir tátíðar umstøðum, og sum nakað heilt nýtt, var ein demokratiskt valdur stovnur. Tað var Innanríkisministeriið, sum í august 1849, fáar mánaðir eftir Grundlógina, legði upp til hetta. Sølvará (2002:98) sigur: ”Setast skuldi á stovn eitt amtsráð í Føroyum eftir donskum leisti.” Hann avrundar viðgerðina av nýggja Løgtinginum soleiðis, p 100:

”Endurreisn Løgtingsins var í høvuðsheitum ein avleiðing av hesum danska nýskipanararbeiði og í minni mun eitt úrslit av føroyskum stríði. Í so máta eiga bæði avtøkan  og endurstovnanin av Løgtinginum at síggjast i einum størri ella europeiskum samanhangi og ikki einans í einum føroyskum samanhangi.”

 

6. Samandráttur og niðurstøða

Problemið, sum eg setti mær fyri at viðgera og geva eitt svar uppá, ljóðaði soleiðis: Hvaðani komu nýggju tingini og tankarnir, hvør kom við teimum?” Hetta er viðgjørt bæði teoretiskt og við konkretum dømum, og nýggjur kunnleiki er vunnin á báðum økjum, hóast tað er ikki gjørligt at geva nakað heilt stutt svar uppá spurningarnar.

Broytingin av samfelagnum er fyrst og fremst ein komplex process, har nógvar leiðir, bæði í undirlendi og huglendi, skula tvinnast saman til eina nýggja heild. Haraftat er tvídrátturin millum berarar og forðingar í diffussiónini av innovatiónum ein óstabil javnvág. Men í síðsta enda gav hon berarunum av nýggjum tankum og tingum yvirvág. Komplexiteturin ger, at alt hendir ikki í einum. Tí er sum oftast ógjørligt at seta árstal á, so hvørki 1806, 1816, 1852 ella 1856 er ”tað rætta”.

Í greinini eru gjørdar tvær royndir at kvantificera innovatiónsprocessina. Tann fyrra (fig. 2) handlar um ein komponent í processini, niðursetubygdir, sum tekur seg upp í fyrsta tíggjuáraskeið í 1800-talinum, og hevur sín størsta dynamik (hellingarkoefficient á kurvuni) 1830-40. Tann seinna (fig. 4) kvantificeringin er ein roynd at vísa allar innovatiónir uttan mun til vekt sum eitt tíðarrensl, sum vísir, at tað eru tvær týðiligar framburðsperiodur. Tann fyrra er 1795-1850, og tann seinna 1880-1910. Men tann klára broytingin í fólkatalsvøkstrinum (fig. 1) boðar frá, at tær innovatiónir, sum liggja í báðum fyrr umtalaðu kurvum, niðursetubygdir og innovatiónir, tilsamans manifesterast uppá ein nýggjan máta frá umleið 1810-20 og frameftir. Hetta fellur saman við, at landið fær tey fyrstu elementini til eina miðfyrisiting, nevniliga Amtmannin í 1816. Haraftrat hevur uppdyrking, bæði sum traðir í gomlu bygdunum og sum niðursetubygdir, tikið dik á seg, og tá kemur eisini nýggja avgrøðin, eplini, fyri seg og gerst vanlig.

Tað eru forðingar (barriers) í diffusiónsprocessini, bæði í Handilsdirektiónini í Keypmannahavn, og millum bøndur í Føroyum. Man kann siga at tann konservatisman var ”natúrlig”, tí teir høvdu nakað at missa, eina góða inntøku ella jørð, seyðatal og ull. Og júst ullin var tann rávaran, sum var grundarlag undir tí priviligeraðu støðu, sum bøndur høvdu. Sama var í princippinum galdandi fyri prestar og embætismenn, sum høvdu sínar embætisgarðar. Hesir høvdu tó eitt annað og leysari tilknýti til føroyska samfelagið.

Tá tað kemur til berarar (carriers) av innovatiónum, kann sigast, at alt kom sum ein diffusión uttanífrá. Tað er einki løgið í tí, tá man vendir aftur til hugleiðingarnar í 4. deild, um potentiali og gáttvirðir, so eru sannlíkindini fyri, at nýggj ting ella tankar spretta her rættiliga smá. 

Men eitt minni konkret kringumstøði, sum allíkavæl er avgerandi fyri at skilja støðuna og inertiin í systeminum, eru prísviðurskiftini í Einahandlinum. Í fyrstu atløgu verður hugsað um prísrelatiónina millum hosupør og korn, har prísurin á innlætnum hosum var høgur í mun til prísin á innfluttum korni, sum var bíligt. Hetta hevði beinleiðis ávirkan á framleiðsluna, har kornveltingin stagneraði, og á ta geopolitisku støðuna, har landið gjørdist viðbrekið í krígstíðum, sum søgan vísir um tíðina 1807-1810, tá skip blivu tikin av eingilskum orlogsskipum og kaparum, og ikki komu fram við korni. Tá ”Forordning” í 1777 var givin, og fleiri onnur tiltøk sett í verk, var hetta ein roynd at bøta um henda ójavna og at gera landið meira sjálvhjálpið við korni til matna.

Tiltøkini í 1777 og 1780, ið eru nevnd í deild 1.2, og sum stuðla uppdyrking, og tiltøkini hjá Kühn, Löbner og øðrum, sum ganga sama spor, fremja eina nýggja vinnugrein har útróður og traðarbrúk kombinerast. Og tá vit koma fram til 1840, sigur fólkateljingin, at í nógvum bygdu, serliga teimum, ið liggja væl fyri at røkja fiskiskap á Norðhavinum, eru fleiri fólk, sum fyri tað mesta liva av sjónum. Hesin nýggi samfelagsligi klassin – traðar- og útróðrarmenn – er vaksin í tali. Hann byggir sína tilveru útróður, sum gevur fisk til matna og til at virka og selja; á trønna, sum gevur eitt kúfóður av hoyggj til kúnna, sum gevur mjólk; og so kann hann velta eplir.

Á tí politiska økinum er Grundlógin frá 1849 nevnd sum beinleiðis orsøk til at Bátsbandið bleiv avtikið, og at nýggja ”Tyendelov” kom í gildi í 1856. Men størstan týdning hevði tað allarhelst, at Grundlógin var beinleiðis orsøk til at Løgtingið bleiv sett á stovn.

Í Føroyum vóru áðrenn Grundlógina nakrar royndir á tí politiska økinum, uttan at tað førdi til flokkar ella umboðan. Royndirnar hjá Nólsoyar-Pálli at vakja fólk politiskt er helst hansara størsta dygd. Seinni ger Niels Winther við Færingetidende og politiska arbeiðinum royndir á somu leið.  Men ikki minst mugu teir nýggju,  og fyri tað mesta, framskygnu embætismennirnir, sum Löbner, brøðurnir Tillisch og ikki minst Plöyen við einum drúgvum og áhaldandi arbeiði at implementera og stuðla nýggjar tankar og ting, hava ein stóran part av æruni sum berarar av innovatiónum í diffussiónsprocessini, sum skapaði tær nýggju Føroyar, sum komu at stíga inn í 1900-talið.

 

Gratias:

Greinin er partur av projektinum “Det færøske samfunds transformation. Et helhedsperspektiv på de sociale og økonomiske kræfter, der skabte det moderne Færøerne.” Medarbeiðarar eru: Gestur Hovgaard, Hans Andrias Sølvará, Erling Isholm og undriritaði. Mirjam Joensen er granskingarhjálpari. Eg takki teimum fyri gott samarbeiði, diskussiónir og góð ráð.

 

 

 

 

 


Tilvísingar

Abler, R., Adams, J.S. and Gould, P. 1971. Spatial Organisation. The Geographer’s view og the World. Prentice Hall. New York.

Bang, T.E. and Bærentsen, C. 1901. Færøsk Lovsamling. Færøernes Lagting. Tórshavn.

Benner, I.S. 1789/1975. Diary. In: West, J.F. (ed) The Journals of the Stanley Expedition to the Faroe Islands and Iceland in 1789. Vol 2. Føroya Fróðskaparfelag. Tórshavn.

Dalsgaard, J. 1996. Fylking 75 ár.  Fylking. Tvøroyri.

Dam Joensen, H.A. 2010. Kongligi einahandilin – meira enn ein handil. In: Nolsøe, L. (ed.) Brot úr Føroya søgu. Tórshavn: 85-97.

DBL. 2015. Niels Christoffer Winther. Dansk Biografisk Leksikon <netudgave: 15.6.2015>.

Debes, H.J. 2000. Føroya Søga, bd 3. Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn.

Degn, A. 1945. Færøske Kongsbønder 1684-1884. Tórshavn.

“Forordning angaaende Adskilligt Agerdyrkningen og Tieneste Folk med videre paa Færøe vedkommende”  21. Maji 1777. Kiøbenhavn. <history.fo; 16.7.2015>.

Garði, B. 1984. En historisk-demografisk undersøgelse af udviklingen på Færøerne 1720-1831 med særligt henblik på at beskrive de relevante kilder, samt at beregne de summariske fertilitets- og dødsrater. Stor opgave ved polit-studiet. Københavns Universitet. (Unpublished).

Glennie, P. 1994. Feudalism. In: Johnston, R.J., Gregory, D. and Smith, D.M. The Dictionary of Human Geography. (3. ed.). Blackwell. Oxford: 197-199.

Guttesen, R. 1987. Hugleiðingar um samfelagsbroytingar í Føroyum í 1800-talinum. Brá 11: 22-30.

Guttesen, R. 1996. On the Object and Subject of Geography. Danish Journal of Geography 96: 110-117.

Guttesen, R. 1996b. Topografisk Atlas Færøerne. Det Kongelige Danske Geografiske Selskab & Kort & Matrikelstyrelsen. København.

Guttesen, R. 2005. Týskar klumpar og franska sós. In Marnersdóttir, M., Cramer, J. and Johansen, A. (eds.) Eyðvinur, Føroya Fróðskaparfelag. Tórshavn: 153-164.

Guttesen, R. (ed. et transsc.) 2009a. Extrakt af Norderöe’s Politiprotokol 1778-1830, med hensyn til Sysselets tilstand <History.fo. 20.6.2015>.

Guttesen, R. (ed.) 2009b. Vaagøe Syssel 1831-1903. Indberetninger fra Sysselmanden ifølge Amtsordre af 23. November 1830. Føroya Landsskjalasavn, <History.fo; 13.07.2015>.

Guttesen, R. 2010. Veðurlag, framleiðsla og fólkatal í 1800-talinum og fyrr. In Nolsøe, L. (ed.) Brot úr Føroya søgu. Fróðskapur. Tórshavn: 43-65.

Guttesen, R. 2014a. Sendingsgods fra Færøerne 1805-1855. Fróðskaparrit 61: 20-51.

Havnar Klubbi 175 ár. www.klubbin.fo; 7.11.2015.

Hovgaard, G. 2014. 1800-árini sum granskingarøki. Frøði 3: 18-20.

Isholm, E. 2014. Tá ið amtmaðurin fór at keypa epli – dømi um leiklutin hjá tí almenna í broytingunum í 19. øld. Fróðskaparrit 61: 52-83.

Jakobsen, J. 1912/1966. Poul Nolsøe, Lívssøga og irkingar. 2. útg. H.N. Jacobsens Bókhandil. København/Tórshavn.

Joensen, J.K., Mortensen, A. and Petersen, O. 1955. Føroyar undir fríum handli í 100 ár. Føroya Landsstýri og Handilsfeløg. Tórshavn.

Joensen, J.P. 1987. Fólk og Mentan. Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn

Joensen, M. 2014. Tá sjálvmorð var ólógligt. Frøði vol. 3: 32-36.

Kejlbo, I.R. 1996. Færøernes kortlægning, ældre sø- og landkort. In: Guttesen, R. Topografisk Atlas Færøerne. Det Kongelige Danske Geografiske Selskab & Kort & Matrikelstyrelsen. København: 18-23.

Madsen, H. 1999. Færøernes hvornår skete det. Forlaget Skúvanes. Gistrup.

Marx, K. 1859/1952. Til kritikken af den politiske økonomi. Forord. In: Marx-Engels Udvalgte Skrifter bd 1. Tiden. København

Marx, K. 1867/1970. Kapitalen. 1. bog 1, Bibliotek Rhodos. København.

Mortensen, A. 2000. Hin føroyski róðrarbáturin. Sjómentir føroyinga í eldri tíð. Annales Societas Scientiarum Faeroensis. Supplementum XXVI. Tórshavn.

Nolsøe, J.P. and Jespersen, K. 2004. Havnar Søga 2. Tórshavnar kommuna. Tórshavn.

Nolsøe, P.J. 1963. Føroya Siglingarsøga, 1000-1856. Egið Forlag, Tórshavn.

Panum, P. 1849. Iagttagelser anstillede under Mæslinge-Epidemi paa Færøerne i Aaret 1846. Bibliothek for Læger, Januar-April 1947.

Petersen, L. 1963. Sandavágs Søga. Egið forlag. Tórshavn.

Pinkstone, B. 2007. Tendency In: Hartwig, M. Dictionary of critical realism. Routledge. London, New York: 458-460.

Plöyen, C. 1840/1999. Erindringer fra en Reise til Shetland, Ørkenøerne og Skotland i Sommeren 1839. Strandbergs Forlag.

Porsmose, E. 2008. Danske Landsbyer. Gyldendal. København.

Rasmussen, P.M. and Samuelsen, H. 1965. Føroya Søga. Einars Prent. Tórshavn.

Schanz, H.-J. 2002. Europæisk idehistorie. Høst & Søn. København.

Schanz, H.-J. 2004. Modernitet og Kapitalisme. Modtryk. Aarhus.

Sólstein, A. 2010. Kgl. einahandilin í Klaksvík 1836-1856. In: Nolsøe, L. (ed.) Brot úr Føroya søgu. Fróðskapur, Tórshavn: 98-111.

Svabo, J.C. 1782/1959. Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781 og 1782. Selskabet til udgivelse af færøske kildeskrifter og studier. København.

Sølvará, H.A. 2002. Løgtingið 150. Hátíðarrit. Løgtingið. Tórshavn.


Óprentað skjøl:

Guttesen, R. (ed.). 2006. Lítlabók (Lagmand Samuel Pedersens Regnskaber og Notater fra Steegaard, 1707-1760). Føroya Landsskjalasavn. Tórshavn.

Guttesen, R. 2014b. Undirlendi og Huglendi. Powerpoint-framløga á seminar “Idésøga og Føroyar í 1800-talinum”. Søgu- og samfelagsvísindadeildin, Fróðskaparsetur Føroya. 5. nov. 2014.

LSS-1. Bræv: Löbner til Stiftamtmannin: Færøe Amts Kopibók 1806-09. (25. aug 1807 pp 102-103) Føroya Landsskjalasavn. Tórshavn.

LSS-2. Bræv: Plöyen til Rentukamarið: Amtsarkivið, 1839, No 137. Føroya Landsskjalasavn, Tórshavn.

LSS-3. Bræv: Vi Christian den Syvende af Guds Naade Konge til Danmark. Landfogeden. Ordrebog 1752 No 2 (1752-1808). Savns no. 1-001-01-2. Føroya Landsskjalasavn, Tórshavn.

LSS-4: “Taxationsværdi af Bygninger i Thorshavn 1819”. Fotokopierað hefti á Landsskjalasavninum. Tórshavn.

Petersen, D. Reinert. (2015). E-mail um fyrstu búseting á Saltnesi.

RA-1. Bræv, Amtsarkivið: Amtmand Pløyen til det høje Collegium. 23. October 1845. (Ad Fær. & Grønl. J.F. No 503) Rigsarkivet, København.

Sedal, K. 1983. Færøske Trøbrugere. En etnologisk undersøgelse af trøbrugernes eksistensvilkår og dagligliv 1770-1970. Københavns Universitet. (Upubliceret speciale, eintak á Landsbókasavninum, Tórshavn).