Staðarnavnið Grømmi á Viðareiði
The Place-name Grømmi, Viðareiði
Eivind Weyhe
Lauritsargøta 10, 100 Tórshavn. Email: eivindw@setur.fo
DOI: http://dx.doi.org/10.18602/fsj.v62i0.26
Úrtak
Greinin er ein roynd at tolka staðarnavnið Grømmi, Eystur á Grømma á Viðareiði í Norðuroyggjum. Tað hevur verið navn á einum slætta uttangarðs, men er í dag navn á einum bústaðarøki í bygdini á Viðareiði. Niðurstøðan í greinini er at navnið upprunaliga er samansett, og at forliðið hevur verið norr. gróf f. ‘gróv, bekk’ (Heggstad), meðan eftirliðið hevur verið munni m. ‘gap, opning, utgang’ (Heggstad).
Abstract
The article attempts to explain the form Grømmi, which occurs in the place-name Eystur á Grømma in the village of Viðareiði on Viðoy in the north of the Faroes. It was once the name of a flat area of ground outside the village, but is now applied to part of the village itself, which has expanded considerably in recent years.The author concludes that Grømmi was originally a compound, made up of ON gróf f. ‘hollow, watercourse’ and munni m. ‘mouth’.
Nýggjari búseting á Viðareiði
“Frá gamlari tíð og heilt upp til miðjuna av seinastu øld hevði Viðareiðis bygd havt sama andlit. Teir fýra býlingarnir vestast á tí stóra slættanum høvdu ligið óbroyttir í øldir.” Soleiðis tekur J. Símun Hansen til í bókaverki sínum, Tey byggja land III (1975: 171). Men miðskeiðis í 19. øld tekur búsetingarmynstrið at broytast. Ein nýggjur býlingur, sum Símun nevnir Eiðsvík, fer at taka skap. Presturin í Ónagerði gevur monnum loyvi at leggja traðir inn eysturi í Eiðsvík burtur av Ónagerðishaganum og at búseta seg á hesum traðum. Í 1855 verður tann fyrsta trøðin innløgd heilt har eysturi móti Eiðsvík og hús bygd á henni (Hansen, 1975: 173), og í tíðini sum kemur, koma fleiri traðir og hús vestur frá hesi fyrstu innleggingini, sunnan fyri Løksará. Í 1868 byggir Jens Jacobsen sær hús á einum stað, sum tey kallaðu Grømmin, og húsið fekk tí navnið Á Grømma, og maðurin varð nevndur Janus á Grømma (Hansen, 1975: 188 f.). Beint vestan fyri hann fekk Óli Fr. Sørensen eina trøð frá presti og bygdi á henni í 1875. Hann varð seinri róptur Ólavur á Grømma (Hansen, 1975: 190). Sonur hansara fær sær “á Grømma” sum eftirnavn í 1939 (Hansen, 1975: 192, 195).
Navnið Grømmi
Fyrstu ferð navnið sæst á skrift, tykist vera í eini staðarnavnauppskrift hjá V. U. Hammershaimb frá o.u. 1850. Millum nøvn í Ónagerðishaga nevnir hann eystur á grömma og Grömmagil (tað er eitt sindur ymist sum hann brúkar stórar og smáar stavir).
Í 1992 var eg á Viðareiði og merkti nøvn upp á kort í sambandi við nýútgávu av máliborðsbløðunum, m.a. nøvn í tí haganum sum nú eitur Uppi á Váli og er partur av fyrrverandi Ónagerðishaga. Ein heimildarmaðurin, Óli Sørensen (f. 1913), búði á Grømma. Millum nøvnini sum vórðu uppmerkt, vóru Grømmagil og Grømmin, og tey komu eisini við á tað prentaða kortið (F20) frá 1994, tað seinra navnið tó í forminum Á Grømma (av heimildarmanninum týðiliga fatað sum bústaðarnavn). Staðið Á Grømma er í dag innangarðs, meðan Grømmagil – fyri ein part í hvussu er – er í hagapartinum Uppi á Váli.
Staðarnavnið Grømmi(n) er óvanligt, ja í roynd og veru er tað eindømi millum føroysk staðarnøvn, og mangur hevur undrast á hvørjum tað mundi koma av. Sjálvur havi eg fingið spurningin meir enn einaferð, og eg skal her royna at koma við einum boði uppá upprunan til navnið.
Eldri tolkingarroynd
Chr. Matras, ið sum kunnugt var viðingur, umrøður navnið í doktararitgerð síni (1933); hann sær seg ikki føran fyri at ráða gátuna um upprunan við vissu, men nevnir ein tolkingarmøguleika. Hann nevnir staðið “Grømmin, Eystur á Grømma” og sigur at tað er (Matras, 1933: 130 f.):
“Et Parti af Ónagerðis Udmark (...); nu er en Del af dette Parti opdyrket, og det er nærmest de Huse, som staar der, der nu kaldes Eystur á Grømma. Er sandsynligvis et sammensat navn. Da der er en dyb Revne i Landskabet, kaldt Grømmagil, kunde man maaske tænke sig, at dette betydelige gil kunde have givet Anledning til Navnet.
Hann nevnir møguleikan at fyrra lið kundi verið kvennkynsorðið gróv (grógv), men kemur kortini til hesa niðurstøðu (Matras 1933: 131):
Hvis man regner med *gróv (grógv) som 1. Led, bliver andet Led vanskeligt el. umuligt at forklare. Hvis derimod 1. Led staar i Forbindelse med no[rsk] grumma f. ‘Hul, brat Fordybning i Jorden’, i Hardanger kaldt grôma, kunde andet Led være Ordet hagi m. ‘Udmark, Græsgang’. Jfr. Lambi af *Lambhagi flere Steder paa Færøerne (Forkortningen opstaaet i cas. obl. el. Sammensætning)”.
Hetta norska orðið ið Christian nevnir sum ein tolkingarmøguleika, finna vit í Norsk Ordbok undir leitorðinum grume f. Har verður víst til formarnar grumma hjá Aasen, groma hjá Ross og til grommæ, groma í málførum (hetta er annars sama orð sum gróma kv. ‘skitin blettur el. rípa’ í føroyskum, sbr. eisini lýsingarorðið grómutur). Alf Torp (1919) byggir á Aasen og Ross og týðir Grumma f. sum ‘hul, brat fordypning i jorden’, og sigur at tað finst í Hallingdal og at tað í Hardanger eitur grôma. Hann spyr um orðið kann vera “Analogisk omlaging av grubba?”, og grubba f. sigur hann merkir ‘hulning i jorden’. Vit síggja at formarnir hjá Christiani eru teir somu sum hjá Aasen, Ross og Torp, so óivað hevur hann teir frá teimum. Tað tykist liggja í orðunum hjá Christiani at navnið kundi komið av *Grómu-haga (?).
Nýggj tolkingarroynd
Eg haldi at vit kunnu síggja burtur frá sambandinum millum tað føroyska navnið og hatta norska orðið grume el. grumma. Orðið er ikki ávíst í føroyskum staðarnøvnum annars, og ljóðliga sæst illa hvussu ó skuldi verið stytt. Eg dugi heldur ikki at síggja nakran møguleika fyri at tolka navnið sum eitt ósamansett navn, altso at tað skuldi borið til at fingið eitt ósamansett navnorð sum grømmi el. grómmi at givið nakra meining.
Eg hugsi mær tí, eins og Chr. Matras ger, at navnið er samansett, men øvut av Christiani hugsi eg mær at fyrra lið í navninum er nettupp kvennkynsorðið gró(g)v, norr. gróf f. ‘(1) gróv, bekk. (2) grop, hole’ (Heggstad). Tað orðið er vanligt í føroyskum, og tað kemur fyri í fleiri staðarnøvnum. Úr Norðuroyggjum nevnir Chr. Matras fýra nøvn, øll ósamansett og í bundnum formi: Í Gróvni (Gerðum), Niðri í Gróvni (Fugloy), Uppi á Gróvni (Strond) og Grógvin á Illastíggj (Árnafirði). Hartil kemur tað ivasama Grógvusteinur (Kunoy), við óregluligum hvørsfalsformi (eldri Grógvarsteinur?). Tey nýggjastu máliborðsbløðini (F20) hava Grógv el. Í Gróvni sum natúrnøvn í Miðvági (norðan fyri Fjallavatn), í Kirkjubøhólmi, í Saksun og í Klaksvík (Gerðum) og sum býlingsnavnið Í Grógv á Skála og í Syðrugøtu. Eingin ivi er um týdningin: ‘Fordybning, Lavning’ (Matras) og ‘(stn.) lægd, lág’ (FO). Í summum førum tykist týdningurin ‘gil’ eisini at hóska væl. Á kortunum finna vit tað samansetta navnið Gróddalur í tveimum støðum, í Hesti og Saksun, úttalað /grøddæ:lur/. Dalurin í Saksun er oman fyri Gróvna, og í henni er Gróddalsgjógv. Upprunafrøðiliga hevði verið rætt at skrivað: Gróvdalur og Gróvdalsgjógv. Gróddalur í Hesti er á norðurendanum á oynni, í økinum sum nevnist Sundshagin, og har síggjast á kortinum tvey týðilig gil. Í Sandavágsbjørgunum vestan fyri Slættanes eru Grótgil og Grótgjógv (Petersen & Heinesen 2010: 114); mín varhugi er at eisini í teimum er forliðið gróv heldur enn grót (hesi bæði orðini hava sama framburð í hesi støðu). Samanumtikið síggja vit at gróv el. grógv er vanligt orð í føroyskum staðarnøvnum.
Seinra lið í navninum hugsi eg mær er navnorðið munni k. Orðið merkir ‘Munding, Udgang, Ende’ (Matras, 1933: 210), ‘(vítt) op, kjaftur’ (FO), á norrønum ‘gap, opning, utgang’ (Heggstad), og er vanligt í málinum, báði sum felagsnavn (appellativ) og í staðarnøvnum. Í staðarnøvnum tykist tað mestsum bara vera kent sum seinra lið í samanseting. Matras nevnir hesi staðarnøvn við -munna úr Norðuroyggjum: Bergsmunni (Trøllanesi), Bergsmunnin (Árnafirði, Viðareiði), Gjómunni(n) (Hattarvík, Mikladali, Viðareiði), Líðarmunni(n) (Svínoy, Syðradali), Skorarmunni (Norðoyri) og Sundsmunnin (Viðareiði). Á máliborðsbløðunum (F20) finst tað ósamansetta navnið Munnin í Vágum (økið har Reipsá rennur í Reipsáfoss). Annars eru serliga nógv dømir um navnið Gjómunni, Á Gjómunna, summastaðni í tí umgjørda (kvennkyns)forminum Gjómurnar el. Á/Í Gjómunum. FO sigur orðið gjómunni k. vera sjáldsamt og vísir til gjáarmunni k., sum verður lýst sum ‘munni (t.e. tað ytsta) á gjógv, gjáarkjaftur, gjókjaftur, gjómunni’. Til tað er kortini at siga at hyggur ein at máliborðsbløðunum, sæst at støðini sum eita Gjómunni el. Gjómurnar, vanliga eru við innara (ovara) enda á eini gjógv, eitt nú Sunnarugjógv í Kvívík og Øksnagjógv í Skálabotni, og somuleiðis er Gjáarkjafturin við ovara enda á Gjónni Stóru í Sandvík.
Eg hugsi mær at lykilin til gátuna um navnið Grømmi liggur fjalt í Grømmagili. Í teirri brøttu norðursíðuni á Malinsfjalli eru nógv gil, og tað ásýniligasta av teimum er Grømmagil; tað tekur seg upp ovarlaga í fjallinum, og komið nakað oman í líðina snarar tað sær í ein bug vestureftir og heldur síðan leiðina fram parallelt við tað ovara gilið oman á slætt, og í neðra er tað meira at siga ein kluft í lendinum, sum eitt gap ella ein munni oman móti slættanum. Í tí velta lendinum niðri á sløttum sæst tað ikki so væl longur, men úr gilinum hevur ein á, sum teir nevna Grømmagilsáin, runnið oman í Løksará; í áarføri kundi hon vera stór, men lítið sæst til hana, tí hon er “grivin” djúp og smøl og fyri ein part løgd í rør.[i] Tað man vera hetta gilið sum hevur verið “grógvin”. Beint niðan fyri munnan (í hesum føri niðara enda) á gróvni er tann stóri slættin ið nevnist Grømmi(n). Hann man upprunaliga hava hitið *At Gróvmunna, t.e. ‘við munnan á gróvni’. Fyrisetingin at viknar vanliga til á í staðarnøvnum, og Gróvmunna verður samandrigið til Grómma, í hvørfalli Grómmi, úttalað /grømmi/. Vit sóu at í hvørfalli kundi tann bundni formurin Grømmin eisini koma fyri, men við fyriseting frammanfyri er navnið altíð óbundið (Á Grømma, Eystur á Grømma). Grømmagil er formliga sekundert í mun til Grømma, t.e. tað hevur fingið navn eftir slættanum og inniheldur navnið á honum. Um gilið einaferð hevur hitið *Gróv (norr. Gróf), fáa vit ikki sagt við vissu. Vanligt er at tá ið staðarnøvn standa sum fyrra lið í øðrum staðarnavni, hava tey hvørsfalsform. Um so er, skuldi upprunanavnið verið *At Gróvarmunna. Meira natúrligt er tað kortini at tað er *At Grófmunna /grømmunna/ sum er samandrigið til Á Grømma.
Umgerðin av navninum skal óivað síggjast í ljósinum av teimum ljóðbroytingum sum eru farnar fram: samlíking (assimilatión) av vm til mm saman við tí at langt ó regluliga verður stutt ø. Eisini eigur stavilsið -munn- at vikna í hasi støðuni. Eftir hesar ljóðbroytingar kámast teir upprunaligu orðpartarnir, so at málbrúkarin ikki kennir teir aftur. Hóast dømini ikki eru heilt samlík, so er áðurnevnda navnið Gjómunnin sum verður til Gjómurnar, eitt annað dømi um at teir upprunaligu orðpartarnir ikki kennast aftur, í hvussu er ikki tann seinri.
At enda kundu vit sett okkum spurningin um tað ikki kundi verið tað áður nevnda orðið gróma sum var forlið í navninum, og um upprunanavnið tí ikki kann hava verið *Grómu-munni. Ljóðfrøðiliga hevði einki verið í vegin fyri at tað kundi blivið til Grómmi. Tað er bara tað at gróma er ikki ávíst í nøkrum føroyskum staðarnavni; tað er gró(g)v harafturímóti, og tí man tað vera tað sannlíkasta, altso *Gróf-munni. Úr upprunafrøðiligum sjónarhorni hevði verið rætt at skrivað høvuðssjálvljóðið við ó heldur enn við ø.
Staðarnavnið er sostatt upprunaliga eitt natúrnavn, sum í nýggjari tíð við nýggjari búseting er blivið bústaðarnavn, og sum slíkt er tað tikið í brúk sum eftirnavn.
Óprentaðar keldur
Staðarnavnasavnið á Føroyamálsdeildini, Fróðskaparsetur Føroya.
Bókmentir
F20 = Føroyar. Topografiskt kort 1:20 000. Geodætisk Institut / Kort og Matrikelstyrelsen. København 1987-98.
FO = Føroysk orðabók. Føroya Fróðskaparfelag. Tórshavn 1998.
Hansen, J. Símun. 1975: Tey byggja Land III. Klaksvík.
Heggstad, L. o.a.: Norrøn ordbok, 5. utgåva. Oslo 2012.
Matras. Chr. 1933: Stednavne paa de færøske Norðuroyar. Kjøbenhavn.
Norsk ordbok. Ordbok over det norske folkemålet og det norske skriftmålet IV. Det norske Samlaget. Oslo 2002.
Petersen, H. F. & J. Heinesen. 2010: Av fjalli at fjørustrond I. Staðarnøvn í Sandavágs sókn. Sandavági.
Ross, Hans: Norsk Ordbog, 1895. Ljósprent: Universitetsforlaget 1971.
Torp, Alf, 1992: Nynorsk etymologisk ordbok. Oslo [1. útg. 1919].
Aasen, Ivar: Norsk Ordbog med dansk Forklaring, 1873. Ljósprent: Fonna Forlag 1977.
[i] Eg takki Daniali Lydersen á Viðareiði fyri upplýsingar um staðið.