Meira um heltn í føroyskum staðarnøvnum

More about the word heltn in Faroese place-names

Eivind Weyhe

Lauritsargøta 10, 100 Tórshavn. Email: eivindw@setur.fo

 

DOI: http://dx.doi.org/10.18602/fsj.v62i0.24

 

Úrtak

Greinin er eitt uppískoyti til grein í Fróðskaparritum 56 (Weyhe, 2006) um orðið heltn í føroyskum staðarnøvnum. Her verður nýtt tilfar lagt fram úr Sandavági og Skálavík, og ískoytisviðmerkingar eru gjørdar til dømini úr Svínoy og Hvalba.

 

Abstract

This note is a supplement to the article in Fróðskaparrit 56 (Weyhe, 2006) concerning the word heltn in Faroese place-names. New material from Sandavágur and Skálavík is presented, and additional comments are made about the examples from Svínoy and Hvalba.

 

 

Í eini grein í 56. bók av Fróðskaparritum (Weyhe, 2006) skrivaði eg um orðið heltn sum navnlið í føroyskum staðarnøvnum. Í greinini og á einum korti varð víst á hvar í landinum hesi nøvn við heltn koma fyri. Síðan tá eri eg komin fram á tvey dømir aftrat, úr Sandavági og Skálavík, og fyri at gera myndina meira fullfíggjaða verða tey viðgjørd í hesum uppískoyti til mína fyrru grein. Eisini verður skoytt eitt sindur uppí umrøðuna av tveimum nøvnum (í Svínoy og Hvalba) í teirri fyrru greinini.

 

Í Sandavági

Í eini staðarnavnauppskrift hjá V. U. Hammershaimb frá 1853 nevnir hann millum nøvn í Sandavági Heltnir (í Heltnunum). Navnið kemur bara fyri hjá honum og sæst ikki í teimum uppskriftum sum eru gjørdar seinri í tíðini, hvørki í uppskrift hjá Poul Joensen lærara frá 1933, uppískoyti hjá Napoleon Djurhuus frá 1955 ella staðarnavnalista í Sandavágs søgu (Petersen, 1963), heldur ikki í stórverkinum Av fjalli at fjørustrond. Staðarnøvn í Sandavágs sókn, sum teir báðir Heini F. Petersen og Jóannes Heinesen (2010) hava lagt úr hondum fyri stuttum. Tað kundi bent á at navnið er ókent í dag, og at tað tí ikki hevur borið til at víst á hvar tað er, tí teir báðir høvundarnir hava havt listan hjá Hammershaimb til taks í staðfestingararbeiði sínum.

Kut úr staðarnavnauppskrift hjá V. U. Hammershaimb úr Sandavági, kladda og reinskrivaður listi.

 

Í tilfarinum eftir Hammershaimb finnast staðarnøvnini báði í kladdu og í reinskrift. Hann hevur skipað navnatilfarið eftir økjum, eitt nú høgum, og økið har sum Heltnir stendur, eitur í kladduni Sund og í reinskriftini Sundshagin, t.e. hagin frá Oyrargjógv og suður til á leið har sum vegurin gongur frá Sundinum (Vestmannasundi) og niðan á Háls. Hammershaimb hevur fyrst skrivað eina kladdu og síðan reinskrivað nøvnini. Í kladduni hevur hann gjørt rættingar, og tað kann vera eitt sindur ringt at síggja hvat hann fyrst hevur skrivað, men helst er tað “í Heltnunun”. So broytir hann tað til “Heltnir” og strikar fyrisetingina “í” og skrivar aftanfyri í klombrum (“í Heltnunun”). Í tí reinskrivaða listanum skrivar hann “Heltnir (í Heltnun)”. (Sí myndir). Tað kundi bent á at Hammershaimb hevur fingið navnið uppgivið í hvørjumfalli fleirtali og við fyriseting frammanfyri, og at tann óbundni hvørfalsformurin Heltnir er frá honum sjálvum.

Spurningurin er so um til ber í dag at finna fram til hvar Heltnir(nar) í Sandavági hava verið. Tá kann tað hava týdning í hvørjum samanhangi navnið stendur, t.e. millum hvørji onnur nøvn, og um nøvnini koma fyri í ávísari raðfylgju (um hetta háttalag í staðarnavnagransking, sí Christensen & Sørensen, 1972: 93-96).

Raðfylgjan í uppskriftini hjá Hammershaimb er ikki heilt tilvildarlig. Yvirhøvur nevnir hann nøvnini sunnanífrá og norðureftir, men hann flytur seg eisini oman og niðan í haganum. Fyrsta navnið er Rangibrekka, sum er syðst í haganum, og hann endar við Rossagili, sum er mark móti Oyrargjáarhaga fyri norðan. Tey fyrstu nøvnini hann nevnir, eru: Rangibrekka, Lírisfelli, Spáaklettur, Gásafelli, og tey liggja á rað úr sunnan og norðureftir í erva, fram við markinum til Giljahaga. Nú støðgar hann á og fer oman í hagan. Eftir tað fer hann niðan aftur móti Miðvágsmarkinum og nevnir nøvn norðan fyri Gásafelli og norður til markið móti Oyrargjógv: Geldingin, Heltnir, Lágin, Varði, Djónamannaherða, Djónamannasteinur, Lítlatunga, Rossagil.[i] Eftir raðfylgjuni at døma skuldu Heltnir verið onkustaðni á leiðini millum Geldingina sunnanfyri og Lágna og Varða norðanfyri. 

Ein góðveðursdag, tann 26. august 2014, gjørdi eg mær tí eina ferð norður á Varða í Sundshaga at hyggja meg um. Norðuri á Varða er eitt øki, sum verður lýst so: “Her stóð ein varði, sum staðurin hevur navn eftir. Hesin varðin varð tikin niður og eitt tippi laðað uppaftur at seta haftseyð av Slættanesi í, um ódnarveður og myrkur kom á teir. Navnið Varði verður framvegis nýtt” (Petersen & Heinesen 2011: 70). Varðin hevur verið á gøtuni norður á Slættanes, á tí lága millum Geldingina sunnanfyri og Gjónamannaherðu norðanfyri, og her krossast Slættanesgøtan við gøtuna úr Seyrvági til Oyrargjáar.

Tað er ikki heilt eyðsýnt at nøkur “heltn” er her. Í Lágni er ein lítil ónevnd tjørn, og einar 10-20 metrar eystan fyri hana er eitt hellusvað, sum kundi verið ein “heltn”. Hellusvaðið er ikki stórt meira enn einar 10 metrar ummáls, og tú hevur eina kenslu av at tað er í minna lagi til at kunna “bera” eitt navn sum “í Heltnunum” (tann formurin ið Hammershaimb fyrst festir á blað). Men nakað sunnari finst niðan fyri Slættanesgøtuna klettakent lendi, og ikki er tað ómøguligt at tað hevur kunnað verið Heltnirnar. Niðarlaga í hesum lendi stendur í tí nýggjasta máliborðsblaðnum navnið Uppi á Klettum. Hetta navnið kemur ikki fyri í nakrari eldri staðarnavnauppskrift, og sagt verður eisini at tað er eitt navn sum harumenn brúka, hvør skal siga: tað er ungt navn. Ikki er óhugsandi at hetta er nýtt navn á einum parti av tí øki ið einaferð hevur verið Heltnirnar. Her er kanska vert at minna á at eisini í Eysturoynni er “Á Klettum” tikið í brúk um tað sum upprunaliga hevur verið heltnin.

Raðfylgjan í listanum hjá Hammershaimb sigur at staðarnavnið Heltnir(nar) hevur verið her á leið sjálvt um tað ikki ber til at siga heilt neyvt hvar. At seinri uppskrivarar ikki hava navnið, sjálvt um heimildarmenn teirra hava verið føddir fyri 1900, kundi bent á at navnið er burturdottið (farið úr brúki) í seinru helvt av 19. øld.  

Kort ið vísir hvar “heltn” kemur fyri í føroyskum staðarnøvnum.

 

Í Skálavík

Í Norðastahaga í Skálavík kemur ein fram á staðarnavnið Hiltnarnar. Hetta er við strondina norðan fyri Hvalnes og harvið allareystast í haganum. Landslagið her er ógvuliga sermerkt. Her er staðarnavnið Borg ella Borgin (skilt verður eisini millum Ovaru Borg og Niðaru Borg) og fleiri samansetingar við tí, eitt nú Borgarfløtan, Borgarhamar, Borgarhálsur og Borgarurð, í eini vík norðan fyri Hvalnes er Borgarsandur, og norðan fyri hann eru Hiltnarnar. Navnið stendur á kortinum í støddini 1:20.000 frá 1997 (F20, nr. 507). Tað er eisini við í uppskrift sum Leifur Tróndarson gjørdi eftir 2. heimsbardaga fyri Staðarnavnanevnd Føroya Løgtings. Umframt at hava navnið í tí ósamansetta forminum Hiltnarnar, hevur henda uppskriftin tað eisini sum fyrra lið í teimum samansettu nøvnunum Ovari Hiltnabakki, Niðari Hiltnabakki og Hiltnarurðin. Støðini eru avmerkt á kortum, báði hjá Leifi í staðarnavnasavninum og í bókini hjá Palla Dalsgaard (2003), har staðarlýsingin hjá Leifi eisini er prentað. Hon er henda:

 

Niðari Hiltnabakki er ein brattur skráningur, bakki, fram eftir honum, eftir bakkanum er slætt, vallað, so púra slætt, sum hill. So er hjólingur niðan móti Ovara Hiltnabakka, sum reisir seg høgt upp. Tað er hesin hjólingur, sum eitur Hiltnarnar. Hiltnarnar eru væl vallaðar, gott graslendi. Staðið liggur so fjalt, hult, at tað ikki [sæst] frá sjónum. Á einum sinni hava teir havt hús har, sum seyðamann, rakstarmenn, kundu skjóla sær í. Er grundarlag har at síggja, men illa skuldi spøkja har, tí fluttu teir húsið í annað stað.

 

Á kortinum merkir Leifur Hiltnarnar at vera har sum Borgarsandur er á kortinum, og báðar Hiltnabakkar har uppfrá. Dalsgaard merkir Hiltnabakkar á sama stað sum hjá Leifi, men setur Hiltnarnar norðan fyri Borgarsand. Ein avmerking gjørd í 1994 til kortið F20 setur øll nøvnini norðan fyri Borgarsand, Hiltnarnar á helluni í neðra og Ovara og Niðara Hiltnabakka í brattanum uppiyvir.[ii]

Ein uppskrift og avmerking á loftmynd er eisini at finna í savninum á Fróðskaparsetrinum. Skrivað upp og avmerkt hevur Jóhan Hendrik W. Poulsen eftir frásøgn frá Jóannes Dalsgaard í Skálavík. Sagt verður at Hiltnarnar eru í tveimum, Ovara Hiltn og Niðara Hiltn, ið síggja út sum tvær bríkar, tveir beinkir, sum tað er sokkið. Hetta sær tí út til at svara til Ovara og Niðara Hiltnabakka hjá Leifi Tróndarsyni. Á myndini er staðið merkt at vera norðantil yvir Borgarsandi.

Tað man neyvan vera ivi um at vit her hava eitt dømi um heltn í staðarnavni, hvussu skiftið frá /e/ til /i/ so skal forklárast.

Tað skilst av staðarlýsingini hjá Leifi Tróndarsyni at hann fatar Hiltnarnar at vera væl vallað graslendi, og hann tykist vilja seta navnið í samband við navnorðið hill og sagnorðið hylja (og lýsingarháttin hult). Hetta man vera sokallað fólkaetymologi, ein fólkslig roynd at fáa meining í navnið, tí sum nevnt hevur týdningurin av heltn ikki verið livandi í huganum á fólki. Um tað er tað sum hevur broytt e til i, kann vera ilt at siga. Heldur man her vera talan um eina spontana treinging av e til i, og at navnið tí er sett í samband við hill og hylja.

Eg fari at halda at staðið hevur hitið Heltnarnar, t.e. bundin fleirtalsformur av heltn, ella við øðrum orðum sami navnaformur sum á Vágseiði (sí Weyhe, 2006; 2012). Somuleiðis fari eg at halda at staðið sum upprunaliga hevur borið navnið, er annaðhvørt hellan ella tann bratta klettastrondin norðan fyri Borgarsand. Bakkin omanfyri hevur av tí sama verið nevndur Hiltnabakki ella Hiltnabakkar (fyrr møguliga Heltna-).

 

Í Svínoy – ein rætting

Í míni fyrru grein var sagt at Heltnin syðst á Svínoynni í Indberetninger hjá Svabo var skrivað Heldrun, og gjøtlast varð um hvat kundi búgva undir hesum skriftformi. Navnið var tikið upp eftir útgávuni (Svabo, 1959: 381). Síðan er tað hent at upprunahandritið hjá Svabo er komið heim til Føroyar, og har sæst at tað stendur ikki Heldrun í handritinum, men Heldnin. Harvið kunnu vit síggja burtur frá hugleiðingunum um hvørt skriftformurin umboðar eintals- ella fleirtalsform (Weyhe, 2006: 25). Talan er um sama form sum vit kenna frá seinri uppskriftum, m.a. frá Hammershaimb 1853, nevniliga tann bundna eintalsformin Heltnin.

 

Í Hvalba

Tað kann neyvan vera nakar ivi um at Hentlur í Hvalba skal setast í samband við orðið heltn; spurningurin er bara hvussu. Í teirri fyrru greinini lýsi eg tað sum úrslit av ljóðumkasti, t.e. Heltnir > Hentlur. Ein annar møguleiki er tó hugsandi. Hentlur er navn á hellu í sjóvarmálanum. Staðið kann upprunaliga hevur hitið Heltn ella Heltnar, sum síðan hevur fingið -hellur skoytt uppí, soleiðis at vit hava fingið hesa tilgongdina: Heltn(a)-hellur > Hentlur. Talan kann tí vera um samandrátt saman við umkasti.

 

Niðurløga

Kortið ið fylgdi við teirri fyrru greinini, gav ta mynd at heltn bara var at finna í staðarnøvnum norðast og sunnast í Føroyum, í Norðuroyggjum (3), norðarlaga í Eysturoy (1) og í Suðuroy (2). Uppískoytið her í greinini leggur tvey dømir aftrat úr miðøkinum, Vágum og Sandoy, og vísir tí eina javnari útbreiðslu um landið (sí nýtt kort).

 

Óprentaðar keldur

Staðarnavnasavnið á Føroyamálsdeildini, Fróðskaparsetri Føroya.

 

Bókmentir

Christensen, Vibeke og John Kousgård Sørensen. 1972. Stednavneforskning 1. København.

Dalsgaard, Palli. [2003]. Staðanøvn uttangarðs í Skálavík. Tórshavn.

F20 = Føroyar. Topografiskt kort. 1:20.000, 3. útg. Geodætisk Institut/Kort- og Matrikelstyrelsen. København. 1987-98.

FO = Føroysk orðabók. Føroya Fróðskaparfelag. Tórshavn 1998.

Johansen, Anfinnur, Turið Sigurðardóttir og Tóta Árnadóttir. 2012: Eivindaródn. Greinar 1979-2011. Tórshavn.

Petersen, Heini F. og Jóannes Heinesen. 2010. Av fjalli at fjørustrond I. Sandavágur.

Petersen, Ludvig. 1963. Sandavágs søga. Tórshavn.

Svabo, J. Chr. 1959. Indberetninger fra en Reise i Færøe i 1781 og 1782. Udgivet af N. Djurhuus. København.

Weyhe, Eivind. 2006. Heltn. Fróðskaparrit 56: 21-27. Endurpr. í Johansen et al. 2012: 169-178. Tórshavn.

 


[i] Á kortinum (F20) stendur Lágin norðan fyri Varða, men sambært heimild er Lágin “frá Varða og heimeftir”, t.e. sunnan fyri Varða, og sostatt í samsvari við raðfylgjuna hjá Hammershaimb. Nøvnini í listanum hjá Hammershaimb eru her endurgivin í tí formi tey hava á tí nýggja kortinum F20.

[ii] Avmerkingina gjørdu Ólavur Clementsen og Eivind Weyhe 26.09.1994 eftir frásøgn frá Pálli Dalsgaard og Mikkjali Trondesen, Skálavík.